Tá ið vit frættu beint fyri døgurða mánadagin, var ikki greitt, hvør keypir lastina hjá Niels Paula, tí fiskurin skuldi seljast um uppboðssøluna. At fiskurin hesaferð skuldi um uppboðssøluna, hevði reiðaríið hjá Niels Paula ikki hugsað um, tá ið teir avgjørdu at leggja veiðina upp í Saltangará.
Fiskavirking í Saltangará lá úti eftir upsanum, men óvist var, hvør keypir.
- Vit arbeiða ikki kongafisk og hýsu; so tann parturin av veiðini fer í hvussu er til onnur virkir, segði Jason Johannesen mánadagin.
Á Fiskavirking í Saltangará høvdu tey 60.000 pund av upsa inni, tá ið arbeiðsdagurin byrjaði mánadagin. Væntandi vórðu tey liðug við hendan fiskin nakað út á seinnapartin.
Upsaprísurin
Um prísin á upsa, sigur Jason, at hann er rættiliga støðugur, hóast upsin yvirhøvur er ógvuliga smáur.
- Eg vil siga, at prísurin fyri tann frægara upsan broytist lítið, kanska eini 10-15 oyru hvønn vegin. Hann liggur úr 5 kr. fyri kg. og uppí 5,60 kr., meðan tann smæsti upin liggur úr 5 kr. fyri kg. og niðureftir, sigur Jason Johannesen.