Niels Winther Poulsen 40 ár

Í dag, 30. juni, fyllir Niels Winther Poulsen í Hoyvík 40 ár.

Niels er útbúgvin løgfrøðingur, og saman við øðrum rekur hann
advokatvirksemi í Havn.

Hann er hoyvíkingur við stóra H og heldur við H71 og HB.

Hann er elstur av teimum fýra børnunum hjá Ásu Ellefsen og Halgir Winther
Poulsen.

Niels er giftur við Anniku Reginsdóttir Olsen úr Havn, dóttir Ruth, f.
Isaksen, og Regin Olsen.

Annika og Niels eiga 6 børn: Ruth, Ásu, Regin, Halgir, Jógvan og Fíu.

Honum verður ynskt hjartaliga tillukku við føðingardegnum.


Starvsfólkið