Á myndini er National Geographic Explorer, sum kemur til Tøvoyrar hin 4. juli. Í ár fær Tvøroyrar havn vitjan av tilsamans níggju ferðamannaskipum.

Níggju ferðamannaskip vitja Tvøroyri í ár

- Hetta er ein spennandi avbjóðing hjá Tvøroyrar havn, sigur havnarmeistarin, Jón Bogi Guttesen.

Á myndini er National Geographic Explorer, sum kemur til Tøvoyrar hin 4. juli. Í ár fær Tvøroyrar havn vitjan av tilsamans níggju ferðamannaskipum.

Tað er ikki gerandiskostur, at ferðamannaskip vitja Trongisvágsfjørð, og okkurt ár er eingin vitjan.

 

Í ár er vent í holuni, tí heili níggju vitjanir eru á skránni hjá Tvøroyrar Havn. Skipini, sum hava boðað frá, at tey koma til Tvøroyrar í ár, eru hesi:

 

* Le Bellot vitjar (1. juni).

 

* Island Sky (23. juni og 13. juli)

 

* Heritage Adventurer (21. juni, 1. juli og 15. juli)

 

* Hebridean Sky (16. juni og 28. juni)

 

* National Geographic Explorer (4. juli)

 

Jón Bogi Guttesen, havnarmeistari, sigur, at hetta er ein spennandi avbjóðing hjá Tvøroyrar havn. Tað er altíð stuttligt at fáa vitjan uttanlands, og er tað eisini gleðiligt, at virksemið økist á fjørðinum.

 

Sólfríð Bech, leiðari á Visit Suðuroy á Tvøroyri, sigur, at ferðafólkini fara útferðir í oynni, samskipaðar av ymiskum føroyskum veitarum, og dentur hevur verið lagdur á at brúka lokalar ferðaleiðarar. 

 

 

 

Á myndini er National Geographic Explorer, sum kemur til Tøvoyrar hin 4. juli. Í ár fær Tvøroyrar havn vitjan av tilsamans níggju ferðamannaskipum.