Nik & Jay á Okkara Voxbotn

So kunnu fyriskipararnir av Voxbotn avdúka, at donsku poppstjørnurnar Nik & Jay verða millum mongu nøvnini, sum koma at luttaka á stóra konserttiltakinum Okkara Voxbotn 2013, sum verður í Vágsbotni 29. juni.

 

Tá ið Havnin í summar verður karmur um ársins konsertiltak annað árið á rað, verður tað eisini við donsku poppstjørnunum Nik & Jay á skránni. Í Danmark vera teir mettir sum slóðbrótandi tónleikarar, sum hava megnað at gerast fólkaogn í Danmark, og í Føroyum hava teir eisini verið ímillum best umtóktu popp-bólkarnir seinastu mongu árini.

 

Dreingirnir hava í løtuni úr at gera, har teir millum annað hava hitað upp fyri Jennifer Lopez á hennara konsertferð í Týsklandi og beint áðrenn teir koma til Voxbotn, hava teir verið á konsertferð saman við heimskenda amerikanska rapparanum Sean Paul.

 

Nik & Jay er kendir fyri at duga sera væl at framføra og at geva áskoðarunum eitt ordans brak, hvørja ferð teir trína á ein pall. Tey, sum vóru á SummarFestivalinum í 2009 minnast eisini, at teir megnaðu at levera eina framførslu, sum neyvan er sæð áður í Føroyum. Og Voxbotn í summar verður neyvan nakað undantak, lova dreingirnir.

 

Frammanundan koma Aura Dione, Carpark North, Legends of Iron Maiden við Blaze Bayley og Paul Di Anno, Eivør, Swangah Dangah, Voxbotn Allstars umframt fleiri onnur nøvn at spæla á stóra konsertdegnum í Vágsbotni 29. juni.

 

Hoyr her fyriskiparan, Rúna Djurhuus, greiða frá: