Nik & Jay undirhildu stórari fjøld

Túsundtals fólk savnaðust til stóru konsertina við Nik & Jay á Summar Festivalinum. Stóra navnið á Summar Festivalinum í kvøld setti veruliga gongd í festivalinum við sínum popputa hittónleiki.

 

Túsundtals fólk flokkaðust á Vágsbøi til konsertina, har Nik & Jay spældu øll síni stóru hitt. Gestirnir, sum Nik & Jay høvdu við sær á pallin, settu eisini dám á lívligu framførsluna.

 

Frammanfyri pallin vóru sera nógv ungfólk, men longri afturi á bønum vóru eisini nógv tilkomin fólk, sum vóru komin at lurta eftir donsku poppdreingjunum.