Kala, sum hon vanliga verður nevnd, er ættað úr Kálvhúsinum á Glyvrum. Foreldrini hjá Kalu vóru Martin Vang av Glyvrum og Sunneva, sum var úr Sumba. Tey bæði fingu níggju børn - sjey gentur og tveir dreingir. Okkara millum nú, eru bert tær fýra - Svanhilda og Diny, sum búgva í Eysturoynni - Cecilia og Nikala, sum búgva í Sumba.
Kala kom suður til Sumbiar, til ommuna í Kálgarði at búgva, bert 9 ára gomul. Í Kálgarði var nógv at takast við. Tað var jú bóndahús, og so høvdu tey eisini telefonstøð har. Serliga hetta við telefonstøðini var orsøkin til, at Kala kom suður at búgva. Hon slapp at ganga við telefonboðum, og alt sum hartil hoyrdi.
Tey vóru ógvuliga góð við hana í Kálgarði. Serliga minnist hon, hvussu góður Tummas í Kálgarði var við seg. Hann var ungur drongur, eini 18 - 20 ára, tá hon kom suður. Hon minnist, at tað fyrsta hann gjørdi, tá hon var komin, var at fara til handilsmannin at keypa køkur.
Tvey ár gingu, til Kala fór norður aftur til Glyvrar at vitja, men so gott hevði hon havt tað í Sumba, at hon vildi sleppa suðuraftur.
Hon minnist enn, fyrstu telefonboðini hon fór við. Tað var longu dagin eftir, hon var komin til Sumbiar. Tað varð lagt henni eina við at siga rætta navnið á konunu, sum boðini vóru til, og ikki eyknevnið. Tey søgdu henni, hvar konan búði, og so fór hon avstað. Tá hon kom niðan móti húsunum, har konan búði, fór vindeygað upp, og ein kona spurdi, um telefonboð vóru til sín. Eg veit ikki, segði Kala, men telefonboð eru til Sunnevu Katrinu.
Kala minnist eisini mangan ungan sjeikin, sum so smæðin kom til hennara og bað hana ringja upp til unnustuna, sum kanska búði í aðrari bygd.
Eisini var tað mangan soleiðis, at fólk komu til hennara, og bóðu hana ringja til lækna fyri seg. Hon tosaði so við læknan fyri viðkomandi, og segði, hvat var áfatt. Oftast var læknin dani, so hetta mátti vera á donskum.
Kala varð gift í 1941 við Johannes Jensen úr Sumba . Tey fluttu saman í barnaheimið hjá Johannesi, har Kala býr enn. Johannes doyði fyri tíggju árum síðani. Tey fingu seks døtur, harav tvær doyðu sum smágentur. Hinar eru: Greta, sum býr á Tvøroyri, Mathea, sum býr í Glostrup, Jonna, sum býr á Tvøroyri og Magna, sum býr í Vági.
Ommubørnini eru níggju og langommubørnini tíggju.