Niklas Højgaard Hanusarson og liðfelagarnir í Skovbakken ferðaðust í dag úr Aarhus til Odense fyri at spæla dyst í næstbestu donsku hondbóltsdeildini móti HC Odense.
Skovbakken vann í einum sera málríkum dysti 44-38 á HC Odense. Í steðginum var Skovbakken á odda 24-20.
Tað lá væl fyri hjá Niklasi í dag, ið gjørdist næstbesti málskjúttin hjá Skovbakken við seks málum. Toppskjúttar gjørdust Tobias Jørgensen og Anders Gade við átta málum hvør.
Við sigrinum vann Skovbakken seg upp á fimta plássið í deildini.
Nr. | Lið: | Dystir | Stig |
1 | Grindsted | 5 | 9 |
2 | Skive fH | 5 | 9 |
3 | HØJ | 5 | 8 |
4 | HC Midtjylland | 5 | 6 |
5 | Skovbakken | 5 | 6 |
6 | Team Sydhavsøerne | 5 | 5 |
7 | Aarhus HC | 5 | 5 |
8 | TM Tønder | 5 | 5 |
9 | FIF | 5 | 5 |
10 | Rækker Mølle | 5 | 4 |
11 | Odder | 5 | 4 |
12 | Vendsyssel | 5 | 3 |
13 | HC Odense | 5 | 1 |
14 | Køge | 5 | 0 |