Úrslitið av samráðingunum um veiðumøguleikarnar í Barentshavinum eru á góðari leið, sigur Hanus Hansen, stjóri í JFK Trol í Klaksvík, sum eigur Skálaberg og Sundaberg.
Hanus Hansen sigur, at vit vistu av, at heildarveiðan skal skerjast komandi ár, so tað var sjálvsagt, at eisini okkara partur fór at minka.
Nú vita vit, hvat vit fáa samanlagt, og so er tað upp til teirra, sum býta, hvussu úrtøkan hjá teimum ymsu skipunum verður.
Hanus Hansen dylur ikki fyri, at hann vónar, at tey skipini, sum fast hava troytt leiðirnar eystanfyri, fáa so mikið, at tey kunnu liva við tí.
Tað er nevniliga soleiðis, at seinnu árini hava onnur skip enn tey »traditionellu« fiskað av kvotuni eystanfyri. Eitt nú føroyskir ísfiskatrolarar.
Hvussu verður við býtinum komandi ár, bíða menn nú spentir eftir, men ein sannroynd er, at samlaða kvotan er lækkað meira, enn tey 3.000 tonsini, hesi skipini hava fingið.
Samlaða toska- og hýsukvotan hjá føroyingum er lækkað við góðum 7.000 tonsum eystanfyri. Tá eru bæði Rusland og Noreg íroknað. Tó er rækjukvotan í russiskum sjógvi hækkað úr 1.500 til 3.000 tons, meðan flatfiskakvotan er lækkað úr 2.500 niður í 2.000 tons.
Tað er nú ikki tað, at føroyingar hava fiskað so nógvan flatfisk eystanfyri, sigur Hanus Hansen, men eitt sindur hevur verið sum ískoyti kortini.
Hanus Hansen, sum var við til samráðingarnar við russar í vikuni, sigur, at hann fekk ta fatan av russisku samráðingarmonnunum, at teir skiltu okkum væl og vildu fegnir hjálpa okkum sum frægast. Tí í grundini er tað so, at vit eiga jú onki av hesum, vit fiska, sigur hann.
Annars, sigur Hanus Hansen, at árið í ár hevur roynst hampuliga væl hjá skipunum eystanfyri. Minni hevur verið at fingið, enn í fjør, men tað er so vunnið aftur við betri prísi.
Hanus Hansen sigur, at tey fimm skipini, sum vanliga fiska í Barentshavinum, hava í ár keypt sær kvotu fyri góðar 20 milliónir krónur, fyri at fáa tað at bera til.
Um klaksvíkstrolararnar, Skálaberg og Sundaberg, sigur Hanus Hansen, at teir eru báðir eystan fyri í løtuni, og koma ikki heim fyri ársskiftið.
Sum er hava teir millum 300 og 400 tons í flaki inni hvør. Men fiskiskapurin hevur verið heldur slakur í seinastuni.
Hanus Hansen sigur, at teir hava ikki flekimaskinur umborð longur. Alt verður skorið til flak. Tað mesta verður fryst, men nakað verður saltað.
Men ætlanin er, at umbyggja teir soleiðis, at bara verður fryst í framtíðini.