Nógv órudd liggur og sløðist við botnin

- Tað er umráðandi, at vit øll standa saman og dagliga hugsa um okkara umhvørvi, bæði á sjógvi og landi, siga tey í Nes kommunu.

Í vár samtykti bygdaráðið í Nes kommunu eftir tilmæli frá Burðardygd at rudda í sjónum fram við havnalgnum.

 

Hetta skuldi gerast í samband við árliga ruddingardagin hjá kommununi, sum var hin 30. apríl.

 

- Av ávísum orsøkum varð átakið útsett, men varð í staðin í síðstu viku.

 

Í Nes kommunu siga tey í dag, at ein kavarafyritøka stóð fyri ruddingini henda dagin, og arbeiðið fevndi um alt leyst tilfar út á 10 metrar úr bryggjuni.

 

- Endi varð settur á lutir, sum ikki kundu takast upp við handamegi, og síðan vórðu lutirnir lyftir upp við krana, og arbeiðsmenninir hjá kommununi hjálptu til við hesum.

 

##med2##

 

Sigast má, at rættiliga stórar nøgdir av óruddi komu úr sjónum og myndirnar, sum kommunan hevur lagt á sín Facebook-vanga, vísa bert ein brotpart av øllum.

 

- Við hesum átaki vilja vit varpa ljós á, hvussu umráðandi tað er, at vit øll standa saman og dagliga hugsa um okkara umhvørvi, bæði á sjógvi og landi, siga tey í Nes kommunu í dag.

 

##med3##

 

Ruddingararbeiðið fevndi um alt leyst tilfar á botninum - út á 10 metrar úr bryggjuni.