Nógv sethúsa-og íbúðarbygging í Nes kommunu

- Vit fegnast um, at um stutta tíð búgva fólk í øllum 34 íbúðunum á Kneysum og við Heygsvegin, siga tey í Nes kommunu. 

Myndin, sum lýsir økið á Kneysum á Toftum, er ikki heilt nýggj, men soleiðis sær økið út.

Størsta einstaka íløgan í 2020 og 2021 hjá Nes kommunu var í nýggja Frítíðarskúlan.

 

- Fyri summarfrítíðina í fjør varð nýggi parturin av Frítíðarskúlanum tikin í nýtslu. Samstundis hevði nýggja bygdaráðið samtykt at umvæla ein stóran part av eldra partinum av bygninginum, eins og gera uttanumøkið meira hóskandi.

 

Í Nes kommunu siga tey, at sambært ætlanini verður arbeiðið, sum enn er eftir at gera í Frítíðarskúlanum, liðugt tíðliga í hesum árinum.

 

Í desember 2020 varð nýggja útstykkingin við Høganesvegin liðug. Talan var um 11 grundøki niðan fyri vegin. Seinni er eitt grundøki matrikulerað aftrat, so talan er um 12 grundøki. Øll eru seld, og fleiri hava fingið byggiloyvi.

 

Á sumri 2021 varð eitt øki á 2000 fermetrar við Høganesvegin boðið alment út til bygging. Inn komu trý spennandi hugskot, har bygdaráðið valdi at taka av hugskotinum hjá byggifyritøkuni KBH, sum í næstum fer undir bygging av seks randarhúsum í økinum.

 

- Í sama øki í ovara borði á Høganesvegnum er ætlanin at loyva fleiri byggingum av íbúðarlonum, randarhúsum og øðum.Eisini er ætlanin at fremja somu bygging við vatnbrunnarnar við Regnavegin.

 

Í Nes kommunu vísa tey á, at byggisamtyktin við Høganesvegin eins og við Regnavegin er nú góðkend og broytt samsvarandi hesum.

 

- Kommunan hevur søkt um loyvi at keypa meira lendi við Høganesvegin og Regnavegin. Tá hetta er avgreitt, vónandi heilt skjótt, fer kommunan at bjóða út meira byggilendi.

 

Á vári 2021 samtykti bygdaráðið at fara undir útstykkingina á Ólavsvegi, sum er framhald av Gaddavegnum. Talan er um veg til níggju grundøki, sum øll eru umbiðin. Arbeiðið verður eftir ætlan liðugt nú í januar.

 

- Seinastu árini hevur nógv virksemi verið á Kneysum á Toftum. Kommunan gjørdi vegin og økið byggibúgvið móti ávísum gjaldi til íbúðarlonirnar hjá Bústøðum.  Í sama øki - ella við Heygsvegin - hevur KBH gjørt tvær íbúðarlonir.

 

Í hesum sambandi hevur og fer Nes kommuna at breiðka vegin og gera parkeringsøki.

 

- Vit fegnast um, at um stutta tíð búgva fólk í øllum 34 íbúðunum á Kneysum og við Heygsvegin, siga tey í Nes kommunu. 

 

Myndin, sum lýsir økið á Kneysum á Toftum, er ikki heilt nýggj, men soleiðis sær økið út.