Nógvir bilførarar settu koyrikortið í vanda

Ein varð tikin fyri at koyra 135 km um tíman millum Fjarða í Eysturoy

Tá løgreglan í gjár var úti og máldi ferðina, vóru nógvir bilførarar, sum fingu eina heilsan við sær til hús. Millum Fjarða var ein bilførari tikin fyri at koyra 135 km um tíman. Tað kostar honum umframt bót eina treytaða frádøming av koyrikortinum.

Á sama strekki vóru fleiri aðrir bilførarar tiknir. Ein koyrdi 108 km um tíman, sum gevur klipp í koyrikortið. Ein annar koyrdi 104 km um tíman og ein annar koyrdi 102 km um tíman. Teir fáa umframt bót eisini klipp í koyrikortið.

Ein lastbilur varð máldur til at koyra 86 km um tíman. Hann hevur ikki loyvi at koyra meira enn 70 í óbygdum øki og tað kostar bilføraranum umframt bót eisini klipp í koyrikoritð.

Ein fráboðan var um olju á vegnum við Norðurlandahúsið í Havn. Tí var sløkkiliðið í Havn boðsent at reinsa vegin aftur.

Seint seinnapartin var løgreglan í Klaksvík. Har var ein máldur at koyra 57 km um tíman í einum øki, har ferðmarkið er niðurset til 40 km tímum. Tað gav honum klipp í koyrikortið og eina bót. Á sama stað vóru fýra aðrir tiknir fyri at koyra ávikavist 56, 57, 58 og 56 km um tíman. Teir fingu allir, umframt eina bót, eisini klipp í koyrikortið.

Seint í gjárkvøldið var ein bilførari í Havn tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum. Har var blóðroynd tikin, og so koyrir tað málið víðari í rættarskipanini.

Og beint eftir midnátt var ein tikin fyri at koyra ímóti ferðslurætninginum i Havn, har ferðslan var einsrættað. Tað fær hann bæði bót og klipp í koyrikortið fyri.