Nógvir dystir og nógvar royndir á muni

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hjálparvenjarin hjá U21 landsliðnum ásannar, at føroyska liðið er ungt og óroynt

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Elin Hentze, hjálparvenjara hjá føroyska U21 landsliðnum, aftaná 0-3 tapið hjá føroyska U21 landsliðnum ímóti Finnlandi á útivølli. Finnland varð á odda 3-0 longu í steðginum, og skoraði málini millum 24. og 39. minutt.

 

Eli er harmur um avrikið í fyrra hálvleiki, har føroyska liðið stóð seg illa ímóti einum sterkum finskum liði, men hann er samstundis glaður fyri javnleikin í seinna hálvleiki, og bøtta avrikið hjá føroyska liðnum í seinna hálvleiki.

 

Eli heldur tó tveir teir størstu munirnar á liðunum verða royndirnar. Talan er um 10. dystin hjá finska liðnum í ár, meðan talan bert er um annan dystin hjá føroyska liðnum. Haraftrat hava finnar nógvar spælarar frá árgangi 1994 og 1995, meðan føroyska liðið hevur fleiri spælarar, sum er væl yngri. Grundleggjandi heldur Eli, at arbeiðast má við, at liðið gerst betur at halda uppá bóltin. Men hann væntar batar til føroyska liðið tekur ímóti finska liðnum á heimavølli á Svangaskarði á Toftum komandi ár. 

 

(Mynd: football.fo)