Thor metir, at nógvir møguleikar eru hjá føroyskum vinnulívi í Eysturgrønlandi, og her eru eisini møguleikar fyri føroyskum og grønlendskum vitanarsamstarvi.
Reiðaríið hevur leingi verið aktivt í eysturgrønlandi. Fyrsta royndin hjá felagnum var at fiska eftir makreli við Poseidon í 2010.
Í summarhálvuni í ár hevur Thor nýtt Chr. Høj í Grønlandi. Skipið hevur tikið ímóti toski frá grønlendskum jollufiskimonnum og svartkalva frá garnaskipinum Thor.
Bæði hesi átøkini hava eydnast so væl, at bygdin inni á fjørðinum í eysturgrønlandi er ment fíggjarliga hesa tíðina.
Les meiri í Sosialinum, ið varð borin í hvørt hús í dag.