Nokk av privatum kapitali í Føroyum til at fíggja endurnýgging

Ein av teimum heilt kláru lærunum frá áttatiárunum eru, at tað ikki er ráðiligt at lata politisku myndugleikarnar átaka sær partar av fíggjarváðanum í høvuðsvinnu okkara, sigur Vinnuhúsið m. a. í sambandi við orðaskifti um tørvin á, at landskassin játtar pening til endunýgging av skipaflotanum

Ólavur í Beiti


Í tíðindaskrivi frá Vunnuhúsinum verður beinanvegin sagt um hetta at politiski myndugleikin kemur inn við játtan til endurnýgging av flotanum, at almennur peningur til hetta endamál fer at seinka eina tillaging av skipaflotanum til nátturutilfeingið og forða fyri lønsemi í veiðiflotanum. Í øðrum lagi, at tað at seta serlig almenn fíggingartiltøk í gongd til at endurnýggja fiskiskipaflotan er politiskt at fastfrysta primervinnu okkara í eini støðu, har hon ikki fær møguleikar at virka undir vanligum marknaðartreytum. Og í triðja lagi verður sligið fast, at tað er nokk av privatum kapitali í Føroyum til at fíggja endurnýgging av skipaflotanum, treyta av at lønsemi er so stórt at tað gevur íløguhuga.


Ikki ráðiligt

Víðari verður sagt í tíðindaskrivinum, at ein av teimum heilt kláru lærunum frá áttatiárunum eru, at tað ikki er ráðiligt at lata politisku myndugleikarnar átaka sær partar av fíggjarváðanum í høvuðsvinnu okkara. Tað er óumsitiligt og púra avlagandi fyri allar búskaparligar mekanismur. Beint tvørtur ímóti eiga politisku myndugleikarnir at hugsa um hvussu karmar vera skaptir, so høvuðsvinna okkara klárar seg undir somu fíggingartreytum, sum aðrir partar av vinnuni.

? Bøttar skipanir, sum gera tað møguligt hjá fólki í Føroyum at gera íløgur í vinnulívinum, høvdu beinanveg loyst spurningin um at útvega fiskivinnuna íløgukapital. Í einum vanligum íløguumhvørvi hevði eisini verið trygd fyri, at bert tær íløgur, sum við vissu góvu eitt avkast, høvdu vunnið frama.


Almenni leikluturin

Og viðvíkjandi almenna leiklutinum, verður sagt, at hann er at tryggja gransking, útbúgving, menning v. m til frama fyri eina fiskivinnu, sum hevur størri virðisskapan og íkast til samfelagsbúskapin.

? Uttan iva unna politisku myndugleikarnir útgerðarvinnuni alt gott, men at fremja uppskot um meira almennan pening í fiskivinnuna nú - sama um tað eitur íløgustuðul, váðagrunnur, rakstrarstuðul ella annað - fer at bumba útgerðarvinnuna aftur í áttatiárini og forkoma møguleikunum fyri eini lønsamari høvuðsvinnu tey næstu 10-20 árini.


Tillagingartíð

? Tá kilostuðulin fór i søguna fyrst í 1993 segði táverandi landsstýrið, at heimaflotin skuldi fáa eina tillagingartíð upp á 3 ár fyri eldri og 5 fyri nýggjari fiskifør. Hetta skeið skuldi ein lóg um íløgusstuðul vera í gildi. Eftir tað skuldi vinnan kunna standa á egnum beinum uttan almennan stuðul. Reiðaríini í heimaflotanum fingu greitt hetta at vita, og løgtingið stóð við hesa avgerð, tá lóg um íløgustuðul fór úr gildi í mars 1998. Tað er beint móti politisku ætlanini at seta í gongd eina nýggja tillagingartíð.

? Tað er rætt, at tað ber til at nýta stuðul til at fáa í gongd gagnnýtan av nýggjum tilfeingi, um hetta verður avmarkað til heilt stutta tíð og til ikki avlagandi skipanir. Tað er eisini rætt, at vit at kalla ikki kenna dømi um, at politiskir myndugleikar hava dugað at avmarka studning, tá vinnan er komin í gongd. Gongdin við studninginum í Føroyum er fullgott dømi um hetta.


Burðardygg veiða

Og viðvíkjandi endamálinum í lóg um vinnuligan fiskiskap, verður sgat, at hon er greið.

? Lívfrøðilig og búskaparlig burðardygg veiða. Kravið um burðardygga veiðu, sum uttan iva merkja lægri veiðitrýst enn tey vit hava verið von at góðtaka, eru krøv sum við størri og størri styrki koma fram frá fiskakeyparum og brúkarum í teimum londum vit selja til. Hetta eru eisini krøv, sum vera reist av okkara grannum í Norðuratlantshavi í WTO.

? Full semja er um í altjóða høpi, at studningur til fiskivinnuna hevur alla skyldina av, at fiskastovnarnir í heiminum eru ov hart fiskaðir og lønsemi í fiskivinnuni er at kalla ikki at finna, verður sagt í tíðindaskrivinum frá Vinnuhúsinum.