Trý norsk skip hava boðað íslendska fiskiveiðieftirlitinum frá, at tey eru komin í íslendskan sjógv at royna eftir lodnu. Tey norsku skipini royna við nót, meðan íslendingar brúka flótitrol.
Sambært sáttmála millum Ísland og Noreg hava norsk skip loyvi at fiska 49.000 tons av lodnu í íslendskum sjógvi í tíðarskeiðinum frá 10. januar til 15. februar. Í fjør fiskaðu norðmenn góð 27.000 tons av lodnu innan fyri íslendska markið.
Morgunblaðið skrivar, at 78 norsk skip hava fingið loyvi at fiska lodnu í íslendskum sjógvi í ár, men royndirnar vísa, at bara fjórða hvørt skip brúkar loyvið.