Í morgun kunngjørdi Norðurkorea, at landið er til reiðar at byrja eitt kjarnorkukríggj við USA og Suðurkorea, nær tað skal vera, og sambært danska hernaðarfrøðinginum Michael Hesselholt Clemmesen skal hóttanin takast í álvara.
-Norðurkorea hevur umleið 10 kjarnorkuvápn, og rakettir, sum landið hevur roynt, bera umleið 2.500 kilometrar, sigur hann við danska kringvarpið.
Hann leggur afturat, at Norðurkorea hevur eisini nakrar rakettir, sum bera 6.000 kilometrar. Tær eru ikki royndar enn, men kunnu møguliga brúkast, sigur Michael Hesselholt Clemmesen við DR.
Tað er tó minni enn so vist, at rakettir úr Norðurkorea kunnu raka mál í USA. Danski hernaðarfrøðingurin sigur, at amerikanararnir hava eina rakettverjuskipan í Alaska, og amerikanski herurin hevur eisini rakettverjuskipanir.
Herumframt hevur USA latið Japan og Suðurkorea útgerð at verja seg við, skuldi Norðurkorea gjørt álvara av sínum hóttanum.