Men tað vil landssstýrið ikki. Føroyskir politikarar siga eitt í Norðurlandaráðnum og annað í Føroyum.
Á fundi í Norðurlandaráðnum hava tingfólk úr øllum Norðurlondum í morgun samtykt at styrkja frælsu fjølmiðlarnar í Norðurlondum.
Í tíðindaskrivi sigur Norðurlandaráðið, at »Norðurlandaráðið vil stuðula og styrka norðurlendskan journalistikk«.
Soleiðis blæsa føroyskir politikarar við mjøli í munninum. Tí meðan føroysku norðurlandaráðslimirnir – forkvinnan í fíggjarnevndini, Ruth Vang, og Jenis av Rana, sum var limur í løgtingsins mentanarnevnd – soleiðis siga seg stuðla frælsu fjølmiðlunum, so gera tey og Føroya Landsstýri nakað heilt annað í løgtinginum í Føroyum.
Tí tá ið Ruth Vang kemur aftur til arbeiðis í løgtinginum, skal hon viðgera eina umbøn um eykajáttan til fíggjarlógina 2015: Landsstýrið ætlar at taka tær tvær milliónirnar, sum løgtingið í fjør játtaði sum stuðul til privatar miðlar, fyri heldur at brúka pengarnar at gera parkeringspláss uttan fyri Norðurlandahúsið og at fylla onnur hol hjá Mentamálaráðnum á fíggjarlógini við.
Í tíðindaskrivinum frá Norðurlandaráðnum stendur annars soleiðis:
»Politikerne ønsker også at iværksætte tiltag for at styrke en fri presse i Norden, særlig i de tyndt befolkede områder som Island, Færøerne og Grønland, hvor journalistikken er specielt udfordret af den tekniske udvikling, en svækket økonomi og deraf følende nedskæringer og konkurser.«
Uppskotið varð samtykt í Norðurlandaráðnum í morgun. So er spurningurin bara, um norðurlendski stuðulin til føroyskar miðlar skal brúkast til enn fleiri parkeringspláss uttan fyri Norðurlandahúsið.