Tíðindaskriv:
AYC var hildin á fyrsta sinni í 2024. Eitt innleiðandi umfar verður hildið í londunum Grønlandi, Íslandi, Føroyum og Norra. Vinnarin í hvørjum landi heldur fram til eitt finalu- umfar, at kappast ímótir vinnarunum úr hinum londunum.
Treytirnar fyri at luttaka eru, at tú stendur í læru sum kokkur ella hevur staðið sveinaroyndina fyri kokkar, men í mesta lagi ert 24 ár. Í mesta lagi 8 luttakarar sleppa at kappast í innleiðandi umfarinum í hvørjum landi.
Í kokkakappingini sjálvari verður dentur lagdur á:
- Rávørur, ið eru ov lítið gagnnýttar
- at samantvinna siðvenju og nýhugsan
- haldføri og matspill
- at menna rættir, ið kunna borðreiðast í t.d. skúlum og almennum køkum
Tilmelding og nærri kunning fæst á www.ayc.fo, skrivar fyrireikararnir, sum eru AYC Føroyar.
– Ivamál og spurningar kunna sendast til: andrasj(at)tsk.fo, sigur Andras S. Jacobsen, fyriskipari AYC Føroyar.









