Tíðindaskriv:
Bach jólakonsertinar í Kirkjubø eru sum kunnugt sera væl umtóktar. Bach og myrkur og hugni.
Nú fara fyrireikararnir at fagna ljósnum og fyriskipa eina Hásummarkonsert í Kirkjubø. Teir halda, at føroyingar gera ov litið burtur úr tá komið er á hægsta summarið her á landi.
Føroya besti strúkarabólkur VIBRA fer at framføra lættar summartónar, Meinhard Bjartalíð luttekur, og Jóannis Nielsen fer at framføra eina yrking.
Aftan á konsertina verður bál kynt og Føroya Bjór luttekur.
Tiltakið er ókeypis.
Kirkjan rúmar 90 fólkum.










