David Geza Turi og liðfelagarnir í Grimsby Town stríðast fyri at røkka uppflytingar-finaluni í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini, League Two, ið verður leikt á Wembley leikvøllinum í London, annan hvítusunnudag klokkan 15.
Grimsby tapti í fyrru hálvfinaluni á heimavølli 1-2 fyri Salford. Fríggjakvøldið klokkan 19.15 skulu teir royna at stríða seg til ein samlaðan hálvfinalusigur á útivølli í Salford.
Geza fekk heiðurin at vera "Player of the Match" - dagsins leikari - í fyrru uppflytingar-hálvfinaluni. Geza hevði uttan iva selt tað fyri ein sigur til Grimsby, men stuttligt, at føroyski landsliðsleikarin fær hendan heiðurin.
Tað eru lokalu vinnufyritøkurnar Heat Plumbing & Heating og DH Tuck Co, ið lata heiðurin til Geza, ið er sera vælumtóktur millum fjeppararnar hjá Grimsby Town.
##med2##











