Yngri ráðharrin í bretsku stjórnini, Miatta Fahnbulleh, hevur avgjørt at fara úr starvinum, tí hon heldur, at Keir Starmer, forsætisráðharri, hevur mist álitið frá fólkinum.
Hetta skrivar hon í uppsagnarskrivi, sum hon hevur lagt út á sosiala miðil X.
– Land okkara stendur fyri ovurstórum avbjóðingum, og fólk rópa eftir tí slagnum av broytingum, sum tað krevur. Almenningurin trýr ikki, at tú kanst standa á odda fyri hesi broytingini - og tað havi eg heldur ikki, skrivar hon.
Í skrivinum heitir hon eisini á forsætisráðharran um at seta eina tíðarætlan fyri fráferð sína.
Sambært BBC er Miatta Fahnbulleh fyrsti ráðharrin í stjórnini, sum leggur frá sær við fráboðanini um, at Starmer skal seta eina tíðarætlan fyri, nær hann fer frá.
Keir Starmer er undir vaksandi trýsti.
Í gjar skrivaði BBC, at tilsamans 70 tinglimir úr stjórnarflokkinum Labour hava heitt á Keir Starmer um antin at leggja frá sær ella at geva eina tíðarfreist fyri, nær hann fer frá. Talið er síðani vaksið.
Talan er um fýra stravsfólk í stjórnini, sum hava sagt seg úr starvi.
Starmer hevur stjórnarfund í dag.
/Ritzau/










