Noreg nýtt met við 12.360 tilburðum

- Smittutølini fara at gerast munandi størri, enn tey eru nú, sigur virkandi norski heilsustjórin, Espen Rostrup Nakstad.

Seinasta samdøgrið eru skrásettir heili 12.360 nýggir koronu-tilburðir í Noregi. Tað er nýtt met - og soleiðis eisini triðu ferð hesa vikuna, at smittutølini í landinum seta met. 

 

Talið av tilburðum seinasta samdøgrið er 6.200 fleiri enn fríggjadagin fyri einari viku síðan.

 

Smittumetið undan hesum var hin 13. januar, tá skrásettir vórðu 11. 825 nýggir tilburðir í Noregi. Miðaltalið seinastu sjey dagarnar hevur verið 7.888 um samdøgrið. 

 

Í løtuni liggja 252 fólk á norskum sjúkrahúsum við koronu, harav 78 liggja á intensivari deild - og 58 fólk hava tørv á andahjálp við respiratori.

 

Virkandi norski heilsustjórin, Espen Rostrup Nakstad, segði í vikuni, at smittutølini fara at gerast munandi størri, enn tey eru nú.

 

- Omikron-frábrigdið tvífaldast áttanda hvønn dag, og vit fara at síggja enn meira smittu, sjálvt um vit hava tiltøk til tess at tálma smittu, legði heilsustjórin aftrat.

 

Noreg lætti eisini nakað um verndartiltøkini eftir ein tíðindafund hósdagin og norski heilsumálaráðharrin, Ingvild Kjerkol, viðgekk eisini, at tað verður nógv smitta í landinum teir næstu mánaðirnar.

 

Sambært norskum miðlum er koppsetingin orsøkin til, at smittuverjutiltøk nú verða linkað.

 

- Fólk eru nú betur vard móti álvarsligum sjúkum, og samstundis er greitt, at omikron-frábigdið gevur mildari sjúkueyðkenni hjá teimum flestu, skriva norskir miðlar.