Norska kringvarpið NRK veit í morgun at siga, at ein jarðskjálvti er skrásettur út fyri strondini á norska vesturlandinum. Fólk fleiri staðni á vesturlandinum siga, at tey varnaðust skjálvtan.
Jarðskjálvtastøðin í Bergen sigur við NRK, at miðdepilin av skjálvtanum var 62 kilometrar vestan fyri Askvoll, og dýpdin á skjálvtanum er fyribils mett at vera 12,1 kilometrar.
Tað var klokkan 06.40 lokala tíð í morgun, at fólk á vesturlandinum løgdu merki til jarðskjálvtan, sum fyribils er máldur til at hava eina styrki á 3,7, sum er nógv eftir norskum mátistokki.
- Enn er ov tíðliga at siga nakað endaligt um styrkina, og hvussu skjálvtin hevur verið, men hann er staðfestur á mátingarstøðum í øllum landinum, sigur Matilde Sørensen, professari í seismologi við Universitetið í Bergen.