Norskur monologur framførdur kvinnudagin

8. mars verður monologurin ?Ibsen kvinner - set en ørn i et bur? av norsku sjónleikarkvinnuni Juni Dahr framførdur í Norðurlandahúsinum. Altjóða kvinnustríðsdagurin, 8. mars, verður markeraður á ymsan hátt kring alt landið. Í Norðurlandahúsinum ber til at síggja og hoyra monologin ?Ibsen kvinner - set en ørn i et bur? við norsku sjónleikarkvinnuni Juni Dahr, sum eisini hevur skrivað monologin. Støðið verður tikið í seks av teimum kvinnunum, sum høvundurin Ibsen so meistarliga hevur lýst í sínum bókmentum. Ibsen kvinnurnar, sum leikinurin snýr seg um eru:

Hilde úr ?Byggmester Solness?

Hedda úr ?Hedda Gabler?

Fru Alving úr ?Gengangere?

Nora úr ?Et dukkehjem?

Elida úr ?Fruen fra Havet?

Hjørdis úr ?Hærmændene paa Helgeland?

Juni Dahr hevur ferðast í nærum øllum heimspørtum við hesum monologinum og hevur eisini vunnið fleiri virðislønir fyri leikin. Sjálv sigur Juni, at hon heldur, at hóast Ibsen skrivaði sínar kvinnu-vangamyndir fyri meira enn 100 árum síðani, so hevur hann verðið sera vísur og dugað sera væl at lýst kvinnulyndið í øllum sínum margfeldi.

Juni greiður frá, at hesar seks kvinnurnar berjast við somu trupuleikarnar, men gera tað á ein sera ymiskan hátt, og tað er júst hetta, sum er kjarnan í leikinum. Juni er sjálv mest hugtikin av víkingakvinnuni Hjørdis, og tá ið hon á fyrsta sinni skuldi spæla Hjørdis, fekk hon góða hjálp frá leikstjóranum til at síggja tað menniskjaliga í leiklutinum. Hon heldur, at júst hetta er lykilin til allar leiklutirnar hjá Ibsen.

Monologurin verður framførdur kl. 19.30 og kostnaðurin er 125 kr.