SKIPASMIÐJAN
Á Skála eru teir í fult sving við at gera klárt til at byggja skip. Tað verður hósdagin, at teir alment fara at byrja uppá skipið. Sveisararnir úr Póllandi koma mánadagin í næstu viku. Menn hava ruddað og gjørt maskinurnar klárar til fyrstu skipabygging á Skála Skipasmiðju síðani 1988. Teistin hevur so eisini verið gjørdur á Skála, men tá bleiv skrokkurin gjørdur í Póllandi. Hesaferð verður alt gjørt í Føroyum, men póllendingar koma hendanvegin at hjálpa til.
Skipasmiðjan byggir skipið fyri P/F Thor í Hósvík, sum eigur og rekur skip um allan heimin. Talan verður um eitt veitingar skip.
Tveir mans byggja einki skip
Nógv hevur verið tosað um, at póllendingar koma hendanvegin og arbeiða undir pólskum arbeiðssáttmála. Summi vilja vera við, at teir taka arbeiði frá føroyingum. Á Skipasmiðjuni eru teir tó glaðir um, at póllendingarnir koma.
- Tað dryppar niður á okkum, tá ið póllendingarnir koma hendanvegin. Uttan teir høvdu vit ikki fingið hetta arbeiðið, søgdu nakrir arbeiðsmenn við ein munn í gjár, tá ið Sosialurin fór ein túr inn á Skála.
- Uttan teir høvdu vit ikki bygt nakað skip. Okkum manglar sveisarar og skipsbyggjarar. Vit eru einans tveir lærdir skipsbyggjarar eftir á Skipasmiðjuni á Skála, sigur Johan Medardus, sum er formaður í byggihøllini.
- Tveir mans byggja einki skip, sigur Fróði Guttesen, verkfrøðingur og heldur fram:
- Vit hava tørv á teirra fakliga kunnleika. Tað kostar sjálvandi nógv at hava pólendingarnar her og veita teimum hotellskip og skipa soleiðis fyri, at teir hava okkurt at gera í frítíðini. Eg skal ikki siga, at tað ikki er ein fíggjarligur vinningur í at fáa pólendska arbeiðsmegi, men í løtuni hava vit ongar føroyingar við teirra vitan, sigur Fróði.
Nostalgi
Johan Medardus er ein av teimum, sum hevur verið á Skipasmiðjuni sera leingi og arbeiddi eisini har, tá ið teir bygdu tað seinasta skipið í 1988.
- Eg havi verið við til at bygt nøkur skip her. Hetta er ikki sørt nostalgiskt, nú vit venda aftur til gamla handverkið. Tað kennist tó sera undarligt at vera noyddur at fáa hjálp frá útlendingum til at byggja eitt skip. Vit mugu tó síggja veruleikan í eyguni. Eg vóni tó, at vit einaferð í framtíðini aftur sjálvir verða førir fyri at byggja skip, sigur Johan.
Byggihøllin hevur mest sum staði í forfall síðani 1988. Nú sær hon tó snøgg út, eftir at menninir hava ruddað og riggað til.
- Tað hevur tikið einar tveir mánaðar at gera alt klárt. Vit hava verið noyddir at keypa onkra nýggja útgerð til byggingina. Nú eru vit klárir til at byrja byggingina, sigur Johan.