November 2013: Átti sonin við tunnilsmunnan

Brot og bitar úr Sosialinum í 2013

Sunnumorgunin 10. november 2013 er ein dagur, sum tey bæði Herborg á Lakjuni Simonsen og Jóhannes Simonsen úr Fuglafirði altíð fara at minnast aftur á, sum ein heilt serligan morgun. Ikki bara tí, at tey henda morgunin fingu ein son, men eisini tí at umstøðurnar undir føðingini vóru alt annað enn vanligar.
- Tá vit hugsa um hendingina nú, so tykist alt bara heilt løgið, men onkursvegna eisini eitt sindur stuttligt, tí alt gekk jú væl, hóast føðingin ikki bleiv soleiðis, sum vit annars høvdu væntað og fyrireikað okkum til, siga foreldrini.

Helt tað var búkilska
Leygarkvøldið høvdu Herborg, Jóhannes og trý ára gamla dóttirin, Margreta, verið í Havn og vitjað familju. Tá tey vóru komin heim til Fuglafjarðar, merkti Herborg, at hon ikki hevði tað so gott.
- Nú havi eg átt fyrr, men hetta kendist bara ikki sum tá, og tí var eg sannførd um, at eg bara hevði fingið onkra búkilsku, sigur Herborg. Ein tanki, sum nakrar tímar seinni, vísti seg at vera skeivur, tí umleið klokkan 05.30 sunnumorgunin hevði hon eina pínu í búkinum, sum hon als ikki var í iva um, hvat var.
- Tá visti eg beinavegin, at hetta vóru verkir, og tí vakti eg Jóannes beinavegin, fortelur Herborg.
Klokkan 07.00 koyrdu tey úr Fuglafirði, og skjótt bleiv greitt, at tey høvdu skund við at koma suður til Havnar.
- Eg hevði tosað í telefon við vakthavandi ljósmóðir, og hon bað okkum bara koma beinavegin til Havnar, men í bilinum blivu vekrirnar so mikið ógvusligar, at vit ringdu aftur, og so skuldi ein ambulansa koyra ímóti okkum, sigur Herborg.

Átti í ambulansuni
Tey møttu ambulansuni á bussteðgiplássinum við tunnilsmunnan í Kollafirði, og ljósmóðurin avgjørdi alt fyri eitt, at ambulansan ikki skuldi koyra til Havnar, tí Herborg fór at eiga hvørja løtu.
- Hon leiddi meg úr bilinum og inn í albulansuna, og eg hevði ikki verið inni í ambulansuni í meira enn fimm minuttir, tá eg átti, so tað gekk skjótt fyri seg, fortelur Herborg.
Jóhannes var eisini inni í ambulansuni umframt ljósmóðirin og tveir portørar.
- Har var nokkso trongt, men stemningurin var fantastiskur. Tað stuttliga er, at tað var fyrstu ferð, at eg og Herborg vóru í ambulansu og fyrstu ferð, at ljóðsmóðirin og portørarnir upplivdu eina føðing inni í eini ambulansu. So tá alt var yvirstaðið, vóru vit øll ótrúliga glað, sigur Jóhannes.
Lítli sonurin, sum vigaði 3630 gramm og var 53 sentimetrar til longdar, lá hjá mammuni allan vegin til Havnar á Landssjúkrahúsið, og tey høvdu tað bæði gott, hóast eina heldur annarleiðis føðing.
Seinastu dagarnar hava tey havt vitjan á føðideildini á Landssjúkrahúsinum og fleiri hava eisini ringt og ynskt tillukku.
- Nógv ynskja okkum tillukku við kollfirðinginum, og onkur hevur eisini sagt, at vit burdu uppkallað hann eftir onkrum kollfirðingi sum til dømis Jens Marna, men eg veit ikki, hvussu verður við tí, heldur Jóhannes skemtiliga fyri.

***

Magni Arge koyrdur
Tað kom óvart á føroyingar, tá ið nevndin í Atlantsflogi segði Magna Arge úr stjórstarvinum í flogfelagnum.
- Nevndin ynskir ein nýggjan stjóra, sum kann seta út í kortið eina nýggja strategi fyri Atlantsflog, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður.
Magni Arge hevur verið stjóri í Atlantsflogi seinastu 18 árini.
- Tað er sjálvandi sorgblítt at siga farvæl. Men eg havi góða samvitsku um tað, ið vit hava gjørt. Eg havi lagt lív og sál í arbeiðið fyri Atlantsflog, sigur Magni Arge.
Nýggjur stjóri er danskarin Jørgen Holme.

***

Maður stungin til deyðis
Mikukvøldið 20. November fekk løgreglan boð um, at ein 61 ára gamal maður var deyður á bústaði sínum í Marknalíð í Havn. Tá løgreglan og sjúkrabilur stutt eftir komu á staðið, varð greitt, at alt ikki var sum tað átti at verða, og illgruni var um, at tann 61 ára gamli maðurin var stungin til deyðis. Løgreglan handtók og skuldsetti í tí sambandi ein 68 ára gamlan mann, sum er undir illgruna fyri at hava gjørt av við tann 61 ára gamla mannin.

***

Samkynd sleppa ikki at giftast
Tað verður ikki upp til hvønn einstakan løgtingslim at taka støðu út frá síni sannføring, nú málið um at loyva samkyndum at giftast borgarliga kemur til viðgerðar í løgtinginum. Kaj Leo Holm Johannesen er avgjørdur í spurninginum um, hvussu samgongan tekur ímóti uppskotinum frá andstøðutingfólki.
- Mín uppgáva sum samgonguleiðari er at tryggja, at vit fylgja samgonguskjalinum. Og eg kann bara staðfesta, at hetta andstøðuuppskotið er ikki við í samgonguskjalinum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

***

Starvsfólk smuglaðu hassj
Tvey starvsfólk umborð á Norrönu, ein 21 ára gomul kvinna og ein 27 ára gamal dani, eru dømd ávikavist fýra og tríggjar mánaðir fongsul fyri smugling.
- Hetta er eitt ógvuliga keðiligt mál. Vit hava ógvuliga stragnar reglur og samstarva við politiið á økinum, sigur Rúni V. Poulsen, stjóri á Smyril Line.