NSÍ er á meistarakós

Mánakvøldið var 8. umfar í landskappingini hjá U-18 dreingjum. Í alt er kappingin 15 umfør, og tískil er hon nú gott og væl hálv leikt.

 

Soleiðis sum støðutalvan nú sær út, so er NSÍ stórfavorittur at vinna FM heitið. Hesa ferð áttu teir við Løkin heimavøll ímóti KÍ, sum er næsti avbjóðari í kappingini um oddasessin. Talan var um javna og tætta uppgerð. NSÍ legði seg fram við tveimum málum, tá ið stórur hálvur tími var farin, og tann støðan var óbroytt, inntil tað restaðu ellivu minuttir. Tá minkaði KÍ um munin, og so var heimamálið av álvara undir trýsti. Klaksvíkingar megnaðu ikki at javna, hóast teir tvær ferðir síðstu løtuna høvdu bóltin á træverkinum aftanfyri NSÍ málverjan.

 

Merkisvert er tað, at samansetta liðið hjá teimum á Skála og í Sundalagnum einki stig hevur fingið í landskappingini, og at liðið kortini hevur kvalifiserað seg í steypafinaluna, sum verður ímóti KÍ. Hesa ferð sá tað leingi út sum um, at EBS/Skála skuldi vinna stig, men fram ímóti endanum kiksaði tað á heimavølli ímóti HB, sum síðstu sjey minuttirnar skoraði tvær ferðir.

 

B36 hevði vitjan av Víkingi, og eisini í Gundadali var tað tætt og spennandi. Serliga síðstu løtuna, eftir at Víkingur hevði minkað um tvey mála leiðsluna, sum B36 tiltuskaði sær, tá ið ein stórur tími var farin.

 

B36-Víkingur 2-1 (1-0)

1-0: Benjamin Heinesen 45.

2-0: Heri B. Jespersen 62.

2-1: Elias Rasmussen 79.

 

EBS/Skála-HB 0-2 (0-0)

0-1: Teit Jacobsen 83.

0-2: Jákup L. Thomsen 88.

 

NSÍ-KÍ 2-1 (2-0)

1-0: Meinhard Olsen 32.

2-0: Andrias Poulsen 39.

2-1: Eivindur Sørensen 79.

hagtøl: www.faroesoccer.com

 

Støðan eftir 8 umfør

NSÍ 22 stig

KÍ 16 stig

B36 13 stig

HB 10 stig

Víkingur 9 stig

EB//Skála 0 stig

 

9. umfar

Mánadagin 17. juni

HB-Víkingur

NSÍ-B36

KÍ-EBS/Skála

 

Myndina tók Johan Thomsen, tá ið Meinhard Olsen, NSÍ, hevði skorað til 1-0 og sambært myndamannin fegnaðist í besta Balotelli stíli!