NSÍ er nýtt oddalið!

Í fínum fótbóltslíkindum hevur NSÍ í kvøld vunnið 5-3 í Fuglafirði. Talan var um flott avrik, tí ÍF var eina løtu frammanfyri 3-1.

NSÍ svaraði aftur hvørja ferð, og so megnaðu teir so dyggiliga at svara aftur og at vinna 5-3.

Sigurin ber við sær, at NSÍ er nýtt oddalið í Vodafonedeildini - í hvussu so er inntil hinir dystirnir í 10. umfari verða spældir.

ÍF var sera væl upplagt fyrsta tíman, men so tóktist orkan at ganga undan, og NSÍ hevði betri tak á tí, tá ið tað mest galt um, og sigurin var avleiðing av gongdini soleiðis, sum hon tók seg upp síðsta hálva tíman.

Í yvirtíðini staðfesti Karoly Potemkin 5-3 sigurin, eftir at Christian Høgni Jacobsen spældi hann leysan og Potemkin sneiddi seg framvið Jákupi Mikkelsen.

NSÍ hevur 19 stig, og HB og ÍF hava 18 stig. NSÍ og ÍF hava spælt 10 dystir, og HB hevur spælt 9 dystir.

HB skal spæla í Vági ímóti FC Suðuroy í morgin.

Dystirnir í 10. umfari

Ídag

ÍF-NSÍ 3-5

Í morgin

AB-Víkingur

FC Suðuroy-HB

Sunnudagin

B36-EB/Streymur

B71-B68

 

---------------

 

80 min

3-4: Jann Ingi Petersen 78.

Hóast hann tóktist vera væl ansaður, so megnaði Karoly Potemkin at temja bóltin eftir langa sending, og tá ið hann snaraði inn í brotsteigin, var plássið so mikið gott, at Potemkin fekk lagt bóltin fyri føturnar á miðvallaranum Jann Inga Petersen, sum setti bóltin í málið.

4-3 til NSÍ, og verjuspælið hjá ÍF er ikki serliga sannførandi.

Fuglfirðingar royna at svara aftur, men broddurin og tyngdin tykjast ikki at vera, sum tey vóru í 1. hálvleiki.

 

75 min

3-3: Jústinus R. Hansen 73.

eftir hornasparksinnlegg og eitt sindur av aftur og fram smekkar miðvallarin til, og umvegis báðar stólparnar fer bólturin í málið.

Einki er at ivast í, at í løtuni er tað NSÍ, sum hevur sinniliga yvirtakið!

 

72 min

3-2

Uni R. Petersen verður settur inn á høgra vongverja hjá ÍF í staðin fyri Áka Petersen.

 

70 min

3-2

Alexander Jovevic, ÍF, er skiftur inn á miðvøllin ístaðin fyri Fritleif í Lambanum.

 

65 min

3-2: Debes Danielsen 65.

Innskiftingarnar hjá NSÍ hava longu borið frukt. Christian Høgni Jacobsen stakk sera snildisliga bóltin inn í brotsteigin til innskifta Debes Danielsen, sum smekkaði bóltin í kassan aftanfyri Jákup Mikkelsen.

Málið hevur rættuliga fingið futt í NSÍ, sum við bæði Potemkin og Christian Høgna á toppinum hevur fingið tyngd í toppin og brodd í síðurnar.

 

60 min

3-1

NSÍ hevur gjørt tvær skiftingar í roynd at styrkja um álopspartin. Debes Danielsen og Karoly Potemkin, sum ikki hevur verið nakað serliga eyðsýndur í ár, eru komnir á vøllin.

 

55 min

3-1: Dánjal á Lakjuni 53.

Øssur Dalbúð hevur aftur víst, hvussu ógvuliga væl upplagdur hann er. Tað eydnast honum at temja bóltin og við hælinum at spæla til Dánjal á Lakjuni, sum smekkar bóltin í málið.

Heimalagið er sjálvsagt ógvuliga gott, og viljin lýsir av ÍF spælarunum!

 

46 min

2-1

Nenad Saric, ÍF, kom ikki á vøllin aftur eftir hvíldina. Í hansara stað kom Frank Poulsen.

 

45 min

2-1: Øssur Dalbúð 43.

So eydnaðist tað Øssuri at fáa bóltin í málið. NSÍ verjan lá frammarlaga, tá ið bólturin varð stungin fram til Nenad Saric, sum fór fram ímóti baklinjuni og síðani spældi aftur til Øssur Dalbúð, sum setti bóltin í málið.

Nenad Saric tykist skaddur. Tað er óvist, um hann verður førur fyri at koma á vøllin eftir steðgin.

Lítla løtu undan steðginum sendi Christian Høgni Jacobsen eftir horna bóltin upp undir tvørtræið aftanfyri Jákup Mikkelsen, men bólturin fór ikki inn um strikuna.

Nú teir fara at hvíla seg, fer Nenad Saric haltandi av vøllinum.

 

40 min

1-1

Miðverjarnir hjá NSÍ eru Jóhan Troest Davidsen og Jens Joensen. So at siga øll teirra fótbóltsár hevur ein av liðfeløgum teirra verið Øssur Dalbúð. Í kvøld er Øssur boysin mótstøðumaður hjá teimum báðum. ÍF álopsspælarin hevur tvær ferðir verið tætt við, men barndómsvinirnir og fyrrverandi liðfelagarnir hava akkurát megnað at verja fyri.

 

35 min.

1-1

Tað gongur javnt á. NSÍ miðjan tykist hava betri tak á fótbóltsspælinum, men fuglfirðingarnir eru vandamiklir, tá ið væl upplagdi Øssur Dalbúð fær tak á og síðani leggur góðar sendingar í holini, har kviku liðfelagarnir flyta seg skjótt.

 

 

30 min.

1-1: Einar T. Hansen 24.

Vongverjin í vinstru fær tak á og setir bóltin framvið Jákupi Mikkelsen eftir skotroynd og kontra. Álopið byrjaði í vinstru, har Heðin á Lakjuni er væl upplagdur.

 

2. min.

1-0: Nenad Saric 2

miðvallarin sendir fínt skot framvið Andras Gango í NSÍ málinum.

Hýrurin er góður í Fuglafirði.

 

---------

 

Líkindini eru góð í Fuglafirði, har ÍF og NSÍ kl. 18.30 fara at spæla landskappingardyst í bestu fótbóltsdeildini. Oyggjauppgerðin verður stríð millum tvey lið, sum seinastu tíðina hava havt undanvind. NSÍ hevur vunnið fulla úrtøku burtur úr fimm teimum seinastu umførunum. ÍF hevur vunnið fýra tær seinastu ferðirnar, og ÍF hevur ikki tapt seks tær seinastu ferðirnar.

 

ÍF-NSÍ kl. 18.30

Dómari: Eiler Rasmussen

ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen (Uni Reinert Petersen, 72.), Poul Ennigarð, Kaj Ennigarð, Jan Ellingsgaard - Nenad Saric (Frank Poulsen, 46.), Karl Løkin, Fritleif í Lambanum (Alexander Jovevic, 70.) - Dánjal á Lakjuni, Øssur Dalbúð, Andy Olsen

Gult kort: Kaj Ennigarð, Andy Olsen

Reytt kort: Poul Ennigarð 90., Kaj Ennigarð (2 gul) 90.

NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg, Jóhan Troest Davidsen, Jens Joensen, Einar T. Hansen - Jann Martin Mortensen (Debes Danielsen, 59.), Jústinus R. Hansen, Jann Ingi Petersen (Ólavur í Ólavsstovu, 86.),Heðin á Lakjuni - Christian Høgni Jacobsen, Klæmint A. Olsen (Karoly Potemkin, 59.)

Gult kort: Jústinus R. Hansen, Einar T. Hansen, Karoly Potemkin

Reytt kort: Karoly Potemkin 90.