Fótbóltur: Í vánaligum líkindum og eftir longda leiktíð eydnaðist EB/Streymi leygardagin við 1-0 sigri á NSÍ at tryggja sær víðari luttøku í steypakappingini. Úrslitið var nett tað sama, sum tá NSÍ í fyrsta umfari í 2008 vitjaði EB/Streym.
Talan var um tætta uppgerð, og málmøguleikar vóru í báðum endum. Arnbjørn T. Hansen skoraði sigursmálið, tá hann við høvdinum stýrdi frísparksinnleggi úr vinstru síðu frá Hans Paula Samuelsen í netið.
Úrslitið var staðfesting av gongdini í steypakappingini seinnu árini hjá báðum feløgunum. Trý tey síðstu árini hevur EB/Streymur verið í finaluni. Í fjør tapti samansetta liðið ímóti Víkingi, og tey bæði undanfarnu árini vann EB/Streymur á fyrst HB og síðani B36.
Luturin hjá NSÍ hevur hesi árini verið lítil í steypakappingini, og lutakastið hevur ikki verið serliga heppið: Fýra tey síðstu árini hevur NSÍ bara spælt ein steypadyst hvørt árið, tá mótstøðuliðini hava verið HB og EB/Streymur – tvær ferðir í part.
NSÍ skal leita heilt aftur til 2006 fyri at finna ein sigur í steypakappingini, 4-1 í Sørvági, áðrenn tað í øðrum umfari endaði við 1-0 tapi á Skála.
Á liðnum hjá EB/Streymi vóru Bjarni Jørgensen og Kristoffur Jakobsen nýggir, og hjá NSÍ var Andras Gango nýggjur málverji og Heðin á Lakjuni nýggjur vongverji í vinstru síðu.