##med2##
NSÍ vann tepran og harðvunnan 2-1 sigur á Skála í kommunalu grannauppgerðini undir Mýruhjalla á Skála í dag.
Jóannes Hansen tók soleiðis samanum dystin á in.fo fyrr í dag: - Klæmint A. Olsen skoraði tíggju minuttir undan steðginum, tá ið hann legði NSÍ framum í kommunuuppgerðini á Skála. Eftir steðgin økti hann til 2-0, og NSÍ megnaði at halda tørn um leiðsluna, hóast Heðin Klakstein fram ímóti dystarenda minkaði um munin. Í síðstu løtu hevði Skála risa møguleika at javna, men Jákup Johansen sendi við høvdinum bóltin uppum Tórð Thomsen í NSÍ málinum og framvið handara stólpa.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá seinna málinum hjá NSÍ og frá málinum hjá Skála.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við unga áleyparan hjá NSÍ, Petur Knudsen sum er glaður og lættur um sigurin. Petur viðgongur, at tað stóð á gomlum nøglum tá Skála minkaði um munin til 1-2.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Skála, Eyðun Klakstein sum heldur, at NSÍ slapp við skrekkinum móti dystarenda. Eyðun slær fast, at Skála ætlar eins og teir gjørdi í dag og farna vikuskiftið í Klaksvík at leypa hvøkk á B36 á ovara vølli í Gundadali í Havn komandi sunnudag.