Síðsta bríksl í níggjunda umfari verður ikki fyrrenn klokkan hálvgum átta í kvøld. Fyrsta bríksl millum HB og Víking verður klokkan 17.45.
NSÍ stykrti í dag um sína støðu. Úrslitið var 3-0 á heimavølli ímóti KÍ, sum í 1. hálvleiki spældi seg til góðar málmøguleikar, uttan at tað eydnaðist at umseta til mál. Lítla løtu undan steðginum setti Hákun Edmundsson hol á fyri NSÍ við rimmar langskoti. KÍ legði bragdliga fyri eftir steðgin, men tá ið tað ikki eydnaðist at javna, og NSÍ so økti um leiðsluna, so kendist tað sum um, at tyngdin og broddurin fóru av KÍ liðnum, og so vann NSÍ 3-0. Veteranurin Jónhard Frederiksberg og Klæmint A. Olsen skoraðu málini í 2. hálvleiki. Harvið hevur Klæmint í 9 dystum skorað 12 mál!
Í Gundadali var tað leingi tamt, men tað endaði mest sum í ruðuleika. B36 var illa rakt av skaðum, men tá ið Hans Pauli Samuelsen við frísparki setti hol á fyri B36 bendi nógv á, at tað kortini fór at eydnast at vinna fulla úrtøku. Dómarin legði fimm minuttir aftrat, og í síðstu sekundunum peikaði dómarin á ellivu metra blettin. Eftir AB fríspark og innlegg og nærdystir dømdi hann brotsspark til AB. Fýra B36 spælarar sóu gult, men Jógvan Skeel Nolsøe var ísakaldur, tá ið hann setti bóltin í netið og tryggjaði AB eitt stig.
AB er niðanfyri strikuna saman við EB/Streymi, sum tapti stórt á heimavølli ímóti TB. Tvøramenn vunnu 3-0, og harvið hevur TB lyft seg upp á ellivu stig, ið er sama stigatal, sum KÍ og ÍF hava. TB avrikið var sera tilvitað taktiskt, og TB megnaði at vinna úrtøku burturúr møguleikunum. Patrik Johannesen, sum plagar at vera framrættaður miðvallari, vardi TB málið, og tølini siga, at tað megnaði hann stak væl.
Eirikur Magnusarson Ellendersen skoraði til 1-0 í 1. hálvleiki, tá TB hevði vindin undan. Ímóti vindinum eydnaðist tað TB at økja til bæði 2-0 og 3-0. Málskjúttar vóru Albert Adu og Franck Able. Hetta var annar TB sigurin á útivølli í ár. TB bíðar framvegis eftir fyrsta heimasigrinum í ár.
Hjá FC Suðuroy er tað av álvara gloppið. Í dag var úrslitið 3-2 sigur í Fuglafirði. Harvið hevur FC Suðuroy vunnið níggju stig burturúr fýra teimum seinastu umførunum. Hetta var fyrsti FC Suðuroy sigurin á útivølli í ár, og hetta var fyrsta ferðin í ár, at ÍF legði rygg til tap á heimavølli í ár.
Clayton Soares setti beinanvegin hol á fyri ÍF, men FC Suðuroy svaraði væl aftur. Jón Krosslá Poulsen javnaði beinanvegin, og miðskeiðis í 1. hálvleiki skoraði John Tordar Poulsen og harvið var 2-1 til FC Suðuroy. Adeshina Lawal varð innskiftur beinanvegin eftir steðgin, og hann javnaði til 2-2. Miðskeiðis í 2. hálvleiki skoraði Mamuka FC Suðuroy sigursmálið, sum ber við sær, at FC Suðuroy nú er trý stig frá niðurflytingarstrikuni.
B36-AB 1-1
EB/Streymur-TB 0-3
NSÍ-KÍ 3-0
ÍF-FC Suðuroy 2-3
HB-Víkingur kl. 17.45
Støðan
NSÍ 21
B36 18
Víkingur 14
HB 12
ÍF, TB og KÍ 11
FC Suðuroy 9
AB 6
EB/Streymur 3
HB og Víkingur hava spælt 8 dystir, og hini liðini hava spælt 9 dystir.