Eftir stóra NSÍ tapið í Sarpugerði sunnudagin og annan KÍ heimasigurin á rað er nýggjur spenningur undan uppgerðini við Løkin. KÍ hevur eftir soltnu fyrstu umførini nú møguleika at lyfta seg nærri toppliðunum.
-Vit eru nøgdir við hugburðin, sum vit vístu ímóti AB. Spælið var ikki altíð so gott, og kanska spældu umstøðurnar inn. Nú bíðar enn ein stór uppgáva. NSÍ hevur staðið seg væl higartil, men vit halda okkum hava møguleika at vinna, sigur Hjalgrím Elttør, sum var heilt væl upplagdur ímóti AB.
Álopsspælarin Kenan Hajdarevic, Petur Andreasen og Ísak Simonsen eru skaddir, og tað er ivasamt, um veteranurin Heðin á Lakjuni verður førur fyri at spæla ídag.
NSÍ hevur verið oddalið higartil, men við Løkin ásanna teir, at teir á ongan hátt megnaðu at halda tørn ímóti Víkingi, sum vann 5-1. Teir rokna við, at fyritreytirnar eru væl betri ímóti KÍ, enn tær vóru í Gøtu. Fleiri lyklaspælarar vóru ikki tøkir ímóti Víkingi. Eitt skifti kvíddu teir fyri, at Árni Frederiksberg var langtíðarskaddur. Tað var hann ikki. Hann og Jóhan Jacobsen vóru sjúkir síðsta vikuskifti. Teir vera við aftur ídag, og tað verður Pól Jóhannus Justinussen eisini. Hann var leikbannaður í Gøtu.
-Vit hava lagt tapið í Gøtu aftur um okkum. Nú fokusera vit á KÍ dystin, og vit eiga at standa okkum betri, enn vit gjørdu ímóti Víkingi. Tað hevur stóran týdning at hava royndar spælarar í uppgerðum av hesum slagnum, og tað hava vit nú, sigur Harry Knudsen, sum er hjálparvenjari.
Jens Joensen er einasti NSÍ spælarin, sum ikki er tøkur. Hann er framvegis skaddur.