Uttan fyri Bakkafrost á Glyvrum standa tríggjar bingjur niðri við sjóvarmálan.
Hesar bingjurnar hýsa í løtuni teimum trimum kappróðrarbátunum hjá Nes Sóknar Ítróttarfelag ? fimmmannafarinum Tjaldrinum, seksmannafarinum Sølmundi og spildurnýggja tíggjumannafarinum Eysturoyingi.
Tað at bátarnir ikki hava somikið sum eitt veruligt neyst at standa í, bendir á, at kappróðurin á eystara armi av Skálafjørðinum ikki hevur nógvar vinir seinastu árini.
Men kappróðurin er ongantíð dottin heilt niður fyri, og hvørt summar hevur onkur av teimum eyðkendu gulu bátunum verið millum stevnugestirnar kring landið.
Tað hevði heldur ikki verið fyri mark, at eitt av størstu ítróttarfeløgunum í landinum ikki skuldi verið hampuliga væl umboðað í kappróðrinum, og eftir at áhugin fyri bátunum hevur verið í einum aldudali í nøkur ár, hava fólk aftur fingið eyguni upp fyri tjóðarítróttinum.
FM-favorittur hjá tíggjumannaførum
Ein av orsøkunum til, at áhugin nú er vaksandi aftur, er, at runavíkingar í ár eisini ætla at gera seg galdandi í kappingini hjá tíggjumannaførunum, sum er tann róðurin, ið hevur størst áhuga millum manna.
Kappróðrarnevndin gjørdi í fjør avtalu við Sámal Hansen um at smíða ein nýggjan Eysturoying, og báturin varð handaður felagnum leygardagin 18. apríl ? eina viku áðrenn flaggdagin.
Upprunaliga var ætlanin, at felagið skuldi keypa Kjøl, men av tí at alt ikki var komið upp á pláss við keypinum, og kollfirðingar høvdu áhuga í hesum bátinum, varð avtala gjørd við Sámal um at byggja enn eitt 10-mannafar.
Og fólk lata sera væl at nýggja Eysturoyinginum, og á norðoyastevnu seinasta leygardag var heldur eingin, sum stóð honum kurl. Eysturoyingur kom á mál í tíðini 8.48.03. Tað var heili 12 sekund framman fyri næsta bátin, sum var ? Kjølur. Ein góður dagur hjá Sámali Hansen, sum sjálvur tíggjundi sat á lærbekkinum í bakborði, tá Eysturoyingur róði frá øllum hinum og kom á mál fleiri bátslongdir áðrenn næsta bátin.
Flaggdagurin er ? ella var ? vanliga dagurin, tá bátarnir fyri fyrstu ferð á árinum verða drignir úr neystunum, men meðan Nes Sóknar Ítróttarfelag er væl fyri viðvíkjandi bátum, stendur ikki so væl til við neystum.
Í løtuni standa bátarnir í trimum bingjum við Bakkafrost á Glyvrum, men arbeitt verður við at byggja eitt nýtt neyst til bátarnar.
Kappróðrarfelagið átti neystagrund á Glyvrum, har bingjurnar nú standa, og felagið hevur nú gjørt avtalu við Runavíkar kommunu um at yvirtaka ognina, og kommunan hevur gjørt økið byggibúgvið og hevur langtíðarleigað felagnum økið.
Bert 40.000 resta í
Sum heild hevur felagið fingið góðan stuðul frá kommununi, og umframt at byggibúgva økið hevur kommunan fyri nøkrum árum síðani játtað felagnum peningaligan stuðul til bygging av nýggjum kappróðrarneysti.
Ætlanin er fara undir byggingina, tá felagið hevur 250.000 krónur tøkar, og tær eru væl á veg. Í løtuni hevur felagið 210.000 krónur. Felagið vónar, at tær seinastu 40.000 krónurnar kunnu fáast til vega um ein mánað ella so, og so verður bygt.
Ætlanin er at fáa neystið innilokað og at fáa bátarnar undir tak, soleiðis at umstøðurnar hjá manning og øðrum áhugaðum kunnu gerast hampuliga góðar.
Nevndin hevur eisini søkt Jólamerkjagrunnin um stuðul, men fingu ikki stuðul játtaðan í fjør. Felagið vónar kortini, at umsóknin í ár verður gingin á møti.
Kappróðrarnevndin vónar at fáa góðan stuðul til tey tiltøk, sum verða fyriskipað. Lutaseðlar verða seldir, og skipað er soleiðis fyri, at fólk kunnu tekna seg fyri eina ávísa upphædd fyri hvørt stigið, sum bátarnir hjá felagnum fáa í FM-kappingini.
Manningarnar á bátunum venja so at siga hvørt kvøld, men við hvørt sakna tær bátar, sum hava áhuga í at fylgja við, tá vant verður, fyri at menna um úrslitini, og tí hevði tað komið væl við, um fleiri bátar tóku lut í hesum partinum av arbeiðnum.
Tjaldrið eisini við
í dreingjaróðrinum
Á norðoyastevnu høvdu runavíkingar tríggjar manningar við ? Tjaldrið luttók í fimmmannaførum hjá gentum, Sølmundur var við í seksmannafarsróðrinum hjá monnum, og Eysturoyingur var millum tíggjumannaførini.
Á Skálafjarðarstevnuni leygardagin fara dreingirnir eisini at manna Tjaldrið, sum sostatt fer at luttaka í báðum fimmmannafarsróðrunum.
Tjaldrið stóð seg ikki so væl í genturóðrinum á norðoyastevnu og fær nummar 2 á róðrinum á heimasjógvi leygardagin.
Hjá seksmannaførum við monnum fer Snopprikkur at liggja í miðjuni, meðan Sølmundur liggur undir liðini á honum við nummar 4.
Eysturoyingur vann róðurin á norðoyastevnu og liggur sostatt í miðjuni á róðrinum leygardagin.
Tilsamans 54 bátsmanningar hava boðað frá luttøku leygardagin. Tað er meir enn seinasta leygardag, tá 50 bátar komu á mál.
Størsti róðurin verður sum vanligt genturóðurin, har 13 fimmmannafør hava boðað frá luttøku.
Annars eru bátarnir hesir:
5-mannafør dreingir
1. Sílið
2. Fípan Fagra
3. Erla Kongsdóttir
4. Svanur
5. Drekin
6. Junkarin
7. Blikur
8. Súlan
9. Báran
10. Ritan
11. Tjaldrið
6-mannafør kvinnur
1. Strálan
2. Páll Fangi
3. Jarnbardur
4. Hvessingur
5. Gongurólvur (1 gult)
6. Lómur
7. Fuglfirðingur
5-mannafør gentur
1. Drekin
2. Tjaldrið
3. Beinta
4. Sílið
5. Junkarin
6. Erla Kongsdóttir
7. Royndin Fríða
8. Kollur
9. Ørnin
10. Svanur
11. Blikur
12. Fípan Fagra
13. Hvassi
6-mannafør menn
1. Jarnbardur
2. Lómur
3. Gongurólvur
4. Sølmundur
5. Snopprikkur
6. Hósvíkingur
7. Strálan
8. Kollfirðingur
9. Hvessingur
8-mannafør
1. Húsavíkingur
2. Kvívíkingur
3. Knørrur
4. Argjabáturin
5. Ørvur
6. Miðvingur
7. Sjóriddarin
10-mannafør
1. Vestmenningur
2. Tvørábáturin
3. Kjølur
4. Eysturoyingur
5. Nólsoyingur
6. Havnarbáturin
7. Vágbingur