Nú er landslæknin í Grønlandi smittaður

- Sum eg áður havi sagt, verður hin størri parturin av fólkinum smittaður, og tí kemur tað ikki óvart á, at smittan eisini rakar meg, sigur landslæknin.

 

 

 

Grønland hevur seinastu tíðina verið rættiliga hart rakt av koronu, og her hava verið nógvir tilburðir og stundum rættiliga høgt smittuprosent.

 

Í dag veit Sermitsiaq at siga, at nú er eisini landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen, vorðin smittaður, men hann hevur tað sambært honum sjálvum "ok", sum hann tekur til.

 

Heimasíðan vísir á, at sjálvirkandi svarið hjá landslæknanum, tá teldupostur verður sendur til hansara, er soljóðandi:

 

"Eg eri covid-19 smittaður, men ok. Tí kann roknast við seinkingum í svarum upp á fyrispurningar..."

 

Síðan hevur landslæknin í samrøðu við Sermitsiaq sagt, at hann er ikki álvarsliga sjúkur.

 

- Sum eg áður havi sagt, verður hin størri parturin av fólkinum smittaður, og tí kemur tað ikki óvart á, at smittan eisini rakar meg.

 

Landslæknin leggur aftrat, at hann hevur tað eftir umstøðunum gott og væntar at kunna verða til arbeiðis aftur um nakrar dagar.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at sambært seinastu dagføring hjá heilsumyndugleikunum hava 310 nýggir smittutilburðir verið í Grønlandi seinasta samdøgrið.