Í dag varð seinasta blaðið prentað á Prentmiðstøðini í Havn, og blaðið var Sosialurin, sum verður borin í hvørt hús mánadagin komandi.
Blaðstjórin á Sosialinum, Eirikur Lindenskov, var á Prentmiðstøðini og sá seinastu prentingina.
Í samrøðu við FM1 í dag segði blaðstjórin soleiðis:
- Tað var ein sorgblíð løta at síggja, at ein slík vinnugrein nú endar. Hetta er ein partur av søguni hjá okkum, sum hevur verið til í Føroyum í 169 ár. Hetta er samstundis eitt fak, sum dettur niðurfyri. Tá rotatiónsprent endar í Føroyum, so kemur tað ikki aftur. Tað tori eg at siga fyri heilt vist.
Men, hvat er tað so, sum hevur gjørt tað so tungt hjá Prentmiðstøðini seinastu tíðina?
- Tað eru ov fá bløð at prenta. Tað eina trýstir hitt. Vit hava í áravís gramt okkum um prísirnir hjá Posta, sum bara ganga ein veg - og tað er beint uppeftir. Tað er blivið so mikið dýrt, at tað loysir seg ikki at bera bløð út hvørja viku. Hetta býtir seg aftur í halan og ger, at tað vera færri bløð hjá Prentmiðstøðini at prenta.
Eirikur Lindenskov vísti á, at ein ordri at prenta eitt slíkt blað um vikuna hevði verið við til at hildið slíkum prentvirksemi koyrandi. Men, tá hetta ikki er, fer meira út, enn tað kemur inn, og tí hava eigararnir valt at gevast.
- Tá vit nú noyðast uttanlands at prenta, er greitt, at hetta virksemi í Føroyum kemur ikki upp aftur at koyra, tí tað vendist ikki aftur. Loysir tað seg ikki nú, so loysir tað seg slett ikki, um hetta virksemi skal takast upp aftur einaferð seinni, er blaðstjórin sannførdur um.
Eirikur Lindenskov ásannaði kortini, at samansetingin kundi verið ein onnur, sum hann tók til.
- Um eitt nú landið, sum eigur Posta, segði, at Posta skal verða ein tænastustovnur fyri fólkið og ikki ein vinnufyritøka hjá onkrum privatum áhugamálum, sum skal kappast við privatu flutningsvinnuna annars, so hevði tað kanska verið lagaligari.
Og blaðstjórin legði aftrat:
- Tað er ikki óhugsandi, at tað hevði loyst seg at prentað bløð í Føroyum, um Posta var ein tænastustovnur fyri fólkið. Men, tað er Posta ikki longur, segði hann ivaleysur.
##med2##
Eirikur Lindenskov vísti á, at tað, at Prentmiðstøðin nú heldur uppat við sínum virksemi, merkir ikki, at Sosialurin ikki fer at koma út.
- Sosialurin verður prentaður í Danmark í næstu viku, og hetta kemur brúkarin slett ikki at merkja. Tað ber jú væl til at flyta pakkar millum lond. Munurin er, at í staðin fyri at senda nakrar pdf-fílar niðan á Prentmiðstøðina umvegis internetið, fara vit nú at senda teir niður til Keypmannahavnar ístaðin.
Blaðstjórin vísti á, at avbjóðingin verður at fáa blaðið heim við flogfari, og hann segði seg onga løtu ivast í, at hetta fer at bera væl til.
- Sjálvandi kann tað koma kinkur í onkuntíð, men reglusemið í flogferðsluni er so mikið gott, at tá vit fáa hetta í eina fasta legu, fer hetta uttan iva at koyra, sum tað skal. So, á tann hátt, fer brúkarin ikki at merkja nakað sum helst, segði Eirikur Lindenskov í samrøðu við FM1 í dag.