Eitt lágtrýst beint sunnan fyri Føroyar fer í ein eystan og síðani streymar kaldari luft niður yvir oyggjarnar av norðri og landnyrðingi. Seinni í vikuni kemur enn kaldari luft niður yvir oyggjarnar av norðri og sum frá líður koma eisini vátaslettings- og kavaæl.
Mánadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og suðri, 8 til 13 m/s, sum makar út á dagin og verður gul til stívt andøvsgul av landsynningi og eystri, 5 til 10 m/s. Stundum regn, men sólglottar av og á. Hitin alt døgnið millum 5 og 9 stig. Um kvøldið og náttina snarar hann í ein landnyrðing og norðan og verður andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn av og á, og hitin millum 2 og 7 stig.
Týsdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s, sum seinnapartin øtlar upp í hvassan vind, 15 m/s. Ælaveður og stundum regn, men onkrir sólglottar. Hitin millum 3 og 8 stig.
Mikudagin verður andøvsgul upp í ein struk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Samdrigið og ælaveður, sum frá líður vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 2 og 6 stig, um náttina niður móti frostmarkinum.
Hósdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi og norðri, 8 til 13 m/s, í støðum enn upp í hvassan vind, 15 m/s. Sum dagurin líður makar hann vindin niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s Samdrigið og vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum frostmarkið og fimm stig, um náttina niður í trý kuldastig.
Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av norðri og útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin um dagin millum frostmarkið og trý hitastig, um náttina millum trý kuldastig og tvey hitastig.
Leygardagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi og vestri, 8 til 13 m/s, sum frá líður snarar hann í ein norðan. Samdrigið og enn vátaslettings- ella kavaæl. Hitin um dagin millum 1 og 5 stig, um náttina millum frostmarkið og trý hitastig.