Nú kemur Tesla skannarin í Klaksvík

Hesa vikuna og næstu viku verða hølini til nýggja MR-skannaran í Klaksvík bygd

Klaksvíkar Sjúkrahús kunnar nú um, at tveir serfrøðingar frá Siemens eru komnir til landið, sum skulu standa fyri byggingini av MR-kabinuni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

– Í hesum sambandi eru tveir kontainarar komnir at standa uttan fyri høvuðsinngongdina til Klaksvíkar Sjúkrahús. Í teimum er alt tilfar, ið Siemens skal brúka til at byggja sjálva MR-kabinuna.

– Hetta tíðarskeiðið verður merkt at nógvum aktiviteti, nógv arbeiðsfólk og nakað av larmi, umframt at tilfarið verður borið frá kontainara til nýggju MR-hølini.

– Haldið okkum til góðar í hesum spennandi, men eisini forstýrandi arbeiði, skrivar Klaksvíkar Sjúkrahús.

##med2##