Nú kenna teir í B36 uppskriftina

B36 skal fyri triðju ferð á rað spæla ímóti botnliði – ímóti AB kiksaði tað, og ímóti Skála gekk tað væl

Toppliðið skal fyri triðju ferð á rað royna seg ímóti botnliði, nú B68 seinnapartin fer at vitja í Gundadali. 1-1 ímóti AB í Gundadali varð ikki góðkent í B36 leguni, og tí var 3-0 sigurin á Skála serliga søtur:

-AB vardi, meðan Skála leyp á og vildi vera við til at mynda spælið. Tað er lættari, tá ið mótstøðuliðið er við upp á tað. Vit stressaðu Skála frammarlaga á vøllinum. Tað bar við sær, at teir gjørdu mistøk, sum vit sektaðu, staðfestir B36 miðvallarin Hanus Thorleifsson, sum heldur fram:

-Toftamenn hava víst, at teir vilja mynda álopsspæl. Vit fáa at síggja, hvussu teir fara at spæla ímóti okkum, men tað er heilt víst, at vit undirmeta ikki mótstøðuliðið. Royndirnar hava víst, hvat tað kann bera við sær, um uppgávan ikki verður tikin í álvara. Um allir geva seg hundrað prosent, so hava vit møguleika at vinna á øllum, og nú ræður um at varðveita góðu plaseringina.

Hjá B36 sær tað manningarliga gott út. Símun Joensen, sum leingi hevur verið skaddur, var millum málskjúttarnar á næstbesta liðnum í gjár. Allir hinir eru tøkir.

 

B68 hevur nógv um oyruni. Í átta dagar spældu teir tríggjar dystir, og nú skulu toftamenn tvær ferðir í Gundadal í nakrar fáar dagar – landskappingardystur ímóti B36 í dag og hálvfinala ímóti HB mikukvøldið.

Hóast B68 mánakvøldið tapti 2-0 ímóti NSÍ, so er Jógvan Martin Olsen nøgdur við avrikið:

-Vit avráddu frammanundan, at hugburðurin og arbeiðið skuldu verða soleiðis, at vit eftir dystarlok við góðari samvitsku kundu hyggja hvønn annan í eyguni, og tað livdu vit upp til. Tíverri vunnu vit ikki úrtøku, eisini tí Andras Gango var sannur brandur í NSÍ málinum. Vit høvdu vant, hvussu vit ikki skuldu koma í tær støðurnar, sum bóru NSÍ málini við sær. Tað er ikki annað at gera enn at endurtaka somu venjingarnar og vóna, at mistøkini ikki fara at endurtaka seg í Gundadali, sigur B68 venjarin.

Tað er smeitur hjá B68, at Niklas Poulsen og Evrard Blé eru langtíðarskaddir. Kristian Joensen er aftur í B68 málinum, har hann avloysir Ragnar Lindholm.