Nú sær alt so høpisleyst út

Johannes Klein: Hetta kann skjótt forkoma okkum ­ Fiskavirking ætlar at lata eitt virki aftur, sum gevur yvirskot. Er hetta góður handilsskapur, havi eg misskilt alt, sigur bygdaráðsformaðurin í Miðvági

 

­ Hetta kemur ónátúrliga illa við. Vit vóru annars um at venda gongdini. Men nú sær alt rættiliga høpisleyst út.

Johannes Klein bygdaráðsformaður í Miðvági, sigur, at ger Fiskavirking álvara av at lata flakavirkið í Miðvági aftur, verður tað ein vanlukka fyri kommununa.

Hann sigur, at hann veit ikki, hvussu nógv kommunan fer at missa í skattakrónum, letur virkið aftur.

­ Men virkið hevur alstóran týdning fyri kommununa. Báði tí tað skapar nógv arbeiði í sjálvum sær, men ikki minst hevur tað avleidda virksemið eisini stóran týdning.

­ So tilsamans verður tað eitt álvarsligt bakkast fyri kommununa, sigur Johannes Klein.

Hann sigur, at hann skilir ikki, hví virkið í Miðvági skal latast aftur.

Og hann heldur, at Fiskavirking átti at komið við eini haldgóðari frágreiðing.

­ Virkið í Miðvági er eitt av teimum fáu virkjunum, sum geva yvirskot. Av virkinum fáa vit upplýst, at tað hevur givið sjey miljónir av sær til Fiskavirking hesi fýra árini, síðani stórfyritøkan sá dagsins ljós.

Samstundis eru tað nógv virkið, sum hava givið undirskot - tí er Fiskavirking farið á heysin fleiri ferðir.

­ Og er tað góður handilsskapur at lata yvirskotsvirkini aftur, og varðveita undirskotsvirkini, havi eg misskilt alt, sigur bygdaráðsformaðurin í Miðvági.


Sleppa ikki at tøma virkið

Hvat heldur tú, fer at henda, um Fiskavirking ger, sum teir hava gjørt, og hava ætlað at gera aðrastaðni - taka maskinurnar úr virkinum í Miðvági?

­ Fiskavirking kemur ikki higar eftir nøkrum maskinum, tí teir vita, at teir fáa ikki ein møtrikk av virkinum.

­ Eg kann ikki mæla til lógloysi, men eg haldi, at eg havi fingið tað heilt greiðu fatan, at miðvingar ætla at seta seg upp ímóti at virkið verður tømt. ­ Eingin kann mæla til, at fólk bróta lógina, men eg ivist ikki í, at miðvingar fara at forða fyri, at virkið verður tømt.


Skuldi fingið harraboð

Johannes Klein sigur, at hann hevur ongantíð trúð uppá Fiskavirking.

­ Orðini vóru stór. Fiskavirking skuldi verða lokomotivið, sum skuldi draga føroyskt vinnulív fram í 21. øld. Lokomotivið skuldi koyra so skjótt, at tað bleiv bara ein spurningur um at halda í teymarnar, so tað ikki koyrdi ov skjótt.

­ Úrslitið kenna vit.

­ Hvussu skal ein fyritøka standa seg, sum hevur alt fólkið ímóti sær, spyr hann.

­ Men vit mugu eisini síggja veruleikan í eyguni: Fiskavirking er her, og so mugu vit royna at fáa sum frægast burturúr.

Hann heldur, at tað einasta, rætta at gera, er líka einfalt, sum tað er logiskt:

­ Og tað er, at nevndin í Framtaksgrunninum gevur stjóranum á Fiskavirking tey harraboð, at hann hevur at syrgja fyri, at reka virkið í Miðvági framyvir við líka góðum, fíggjarligum úrslitið, sum higartil - ella betri. ­ Virkið hevur givið yvirskot. Tí kann tað aldrin verða góður handilsskapur at lata tað aftur. Leiðslan í Fiskavirking hevur heldur onga haldgóða frágreiðing uppá, hví virkið skal latast aftur.

­ Men tað kann ikki verða meiningin, at eitt yvirskotsvirkið verður latið aftur, samstundis sum tað verður arbeitt í tveyskiftisvaktum á undirskotsvirkjum.

Hann veit ikki, hvørjar møguleikar miðvingar hava, ger Fiskavirking álvara av at lata virkið aftur.

­ Sjálvandi ber tað til at keypa, er prísurin rímiligur.

­ Men eg haldi, at trupulleikarnir koma ikki fyrrenn aftaná.

­ Tí táið virkið er keypt, skulu einar tríggjar miljónir æútvegast til ES krøvini. So skal rakstrarfígging til - og so skal kappingin takast upp við Fiskavirking, við 100 miljónum hjá skattgjaldarunum í reyvalummanum. ­ Og táið tær eru uppetnar, kann fiskavirking aftur smyrja rokningina uppá skattgjaldaran - og rætta hondina fram eftir enn meiri.

Hetta er gongdin, soleiðis sum politiska myndin nú sær út.

Men tit skuldu verið væl umboðað politiskt

­ Ja, skriva tú bara tað. Men eg veit ikki, hvar teir eru. Teir politikarar, vit hava, sita í so týðandi lyklastørvum, at teir kundu ikki verið betri fyri. Men hjálp fáa vit akkurát onga.

Hann heldur, at hetta átti heilt avgjørt at fingið avleiðingar fyri samgonguna, tí tað er als ongin haldgóð grund til at lata virkið aftur.

­ Vágafólk eiga tríggjar politikarar, og teir eru allir í samgongu. Ivan Johannesen er landsstýrismaður í vinnumálum, Jørgin Niclasen er formaður í vinnunevndini og og Suni Jacobsen er formaður í fíggjarnevndini, og betri kundu teir ikki sitið fyri, sigur bygdaráðsformaðurin.

Johannes Kelin heldur, at Fiskavirking er blivið so politisk nú, at nú mugu politikarar eisini traðka til.

­ Tað vísir seg mestsum, at prinsippavgerð er tikin um, at Fiskavirking skal verða í Havn, í Vestmanna og á Skálafjørðinum, kosta hvat tað vil og hóast ongi vinnulívspolitisk skilagóð orsøk er til tað.

­ Hetta eru alt pláss, har sambandsflokkurin stendur sterkur. Eg haldi, at vit hava loyvi at hava tann illgruna, at sambandsflokkurin trumfar arbeiðið ígjøgnum, har hann er sterkur.

­ Men hinvegin skilji eg ikki okkara sambandsmann (Ivan Johannesen, blm.), tí her er sambandsflokkurin eisini sterkur.


Skuldu lækka skattin

Johannes Klein sigur, at hóast tað ikki bara eru Miðvingar á flakavirkinum, fer tað at raka Miðvágs Kommunu sera hart at virkið verður stongt.

­ Kommunan er hart fyrispent sum er. Men nú sær alt rættiliga høpisleyst út. hetta kunnu vit slett ikki liva við, sigur hann.

­ Slett ikki, endurtekur hann.

Hann sigur, at kommunan var annars komin í ta støðu, at tað tað var farið at lýsna fyri framman og bjartskygni var við at fáa fatur á fólki aftur

­ Vit hava eitt skattaprosent uppá 23%, og tað er ikki yvirt at dylja, at miðvingar kenna seg niðurbundnar.

­ Men vit høvdu tamarhald á støðuni, og tað gekk fyri so vítt hampiliga væl.

Johannes Klein sigur, at støðan var blivin so fræg, at eitt, ella tvey ár afturat við hesi gongdini, høvdu tey verið før fyri at lækka kommunuskattin eitt sindur.

­ Men hetta er sum at fáa ein beint frammaná, og nú sær alt rættiliga vónleyst út.

Miðvágs Kommuna skyldar knappar 43 miljónir.

Tað eru góðar tvær álíkningar.

­ Sjálvandi er tað stór skuld. Men høvdu vit fingið frið, hevði tað ikki gingið verri enn so, enn at vit høvdu verið til reiðar at givið miðvingum ein skattalætta um eitt, tvey ár.

Hann dugir ikki at síggja nakran politiskan samanhang í tí, sum nú fer fram.

­ Okkum verður álagt at betala so nógva skuld aftur, sum gjørligt.

­ Men samstundis verða møguleikarnir tiknir frá okkum at betala skuldina aftur.

Og tað verður gjørt við almennum pengum.

Kortini vil hann ikki siga, at miðvingar eru falnir í fátt, hóast tað verður tungt.

Hann sigur, at Miðvágs Kommuna er væl útbygd, og hann heldur ikki, at tað er nógv afturat at byggja út.

­ Hinvegin skulu vit vera góð vit tað, vit hava og røkja tað væl.

­Tí var tað ómetaliga harmiligt, at hetta bakkastið skuldi koma beint nú, tað av álvara varð farið at síggja ljósari út, sigur bygdaráðsformaðurin í Miðvági.