Stóru bóndagarðarnir á Sandi, Uttastovugarðurin og Miðstovugarðurin, eru nú farin at seta eplini niður á Sandafløttinum.
Hetta eru størstu eplaveltur í Føroyum og tiltiknar fyri góðsku og smakk.
Gamalt var at seta eplini niður um flaggdagin, men veðurlagsbroytingarnar hjá okkum viðføra, at vit lítið og onki vár hava, og tað er fyrst nú, at gróðurin kemur. Tað merkir so aftur, at ikki verður tikið upp fyrrenn seint í september.
##med2##
Sandafløtturin er millum bestu økir í Føroyum til eplir. Hann er gamal havbotnur og kom undan fyri umleið 12.000 árum síðani, tá okkara ístíð loksins bráðnadi burtur.
So er bara at vóna um góðan eplagróður, og at tað vónandi verður ein eplafestivalur aftur í heyst.
Johan Mortensen












