Nú skal býráðið á Tvøroyri taka støðu

Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum Pelagic á Tvøroyri letur væl at borgarafundinum á Tvøroyri týskvøldið, har verkætlanin við nýggja virkinum varð løgd fram.

Har høvdu fólk høvi at siga sína hugsan um ætlanina hjá Varðanum at byggja verandi virkisbygning út.

 

– Nú er verkætlanin lýst frá okkara síðu, so nú bíða vit eftir, hvat kommunan kemur fram til, sigur stjórin í Varðanum í samrøðu við Dimmalætting.

 

– Eg haldi, at tað var ein konstruktivur fundur, har verkætlanin varð løgd fram, og har fólk sluppu til orðanna – eisini tey, ið eru ímóti verkætlanini. Men eg haldi, at nógv av tí, vit hava hoyrt og sæð frá teimum, sum eru ímóti, byggir á misskiljingar, so eg vóni, at øll nú hava fingið meira kunning um ætlanina, soleiðis at tað ikki verður til ampa fyri fólkið í býnum, greiðir Bogi Jacobsen frá í samrøðu í Dimmalætting, sum kann lesast her