Nú skal Løgtingið loysa ósemjuna um, hvussu tað føroyska stavraðið skal vera.
Tað heldur Hendrik Old, tingmaður.
Hann heldur, at nú skal Løgtingið rætt og slætt samtykkja, hvussu tað føroyska stavraðið skal vera.
Tí hevur hann nú lagt uppskot fyri Løgtingið, um at Løgtingið skal áseta eitt føroyskt stavrað.
Og tað stavraðið skal hava allar teir ”fremmandu” og donsku stavirnar við.
Hendrik Old vil nevniliga hava Løgtingið at samtykkja, at tað føroyska stavraðið skal vera hetta: a,á,b,c,d,ð,e,f,g,h,i,í,j,k,l,m,n,o,ó,p,q,r,s,t,u,ú,v,w,x,y,ý,z,æ,ø.
Hendrik Old sigur, at nú meirilutin í Málráðnum hevur gjørt av, hvussu stavraðið skal vera, eruy stavirnir c, q, w, z og x, hildnir uttanfyri.
- Meirilutin ásannar, at hesir bókstavir eiga sín lut í føroyskum, men vil kortini halda teir uttan fyri almenna stavraðið, staðfestir Hendrik Old.
- Meirilutin ásannar eisini, at skerda stavraðið í mongum førum als ikki kann nýtast, og mælir tí til, at vit skulu hava tvey stavrøð, leggur hann afturat.
Hann vísir á, at meirilutin í málráðnum sigur, at tá ið vit stavraða í eitt nú orðabókum og telefonbókum og á bókasøvnum, skulu vit eisini brúka tað modernaða latínska stavraðið.
Hendrik Old dugir ikki við sínum besta vilja at síggja, hvussu hetta kann gagna føroyskum máli.
- Tvørturímóti skaðar tað hugsanina um føroyskt almikið, at skúlanæmingar læra eitt føroyskt stavrað í føroyskum, men mugu brúka eitt annað.
- Hetta skapar ta fatan millum skúlanæmingar, at føroyskt er ov trongt. Bæði í rokning, tónleiki, alis- og evnafrøði, má næmingurin fara út um føroyskt og tað má hann eisini, tá ið hann leitar á netinum.
- Stavraðið skal ikki vera tjóðskaparligt ella partapoliskt mál, men eitt praktiskt amboð í samskiftinum í samfelagnum, sigur Hendrik Old.
|
- Tað fer einki av føroyskum, um vit hava c, q, w, z og x við í stavraðnum. Skerja vit okkara stavrað, avmarka og skaða vit hinvegin føroyskt, leggur hann afturat.