Nú sleppa fólk ikki longur at gera av, um tey vilja verða limur í sjúkrakassanum, ella ikki.
Tí nú skulu øll sum hava fylt 18 ár, skulu nú verða limur í sjúkrakassa.
Ivan Johannesen, landsstýrismaður, legði týsdagin uppskot fyri tingið, um, at øll, sum eru búsett í Føroyum, ella sum eru mynstrað við føroyskum skipi, ella verða skrásett í øki sjúkrakassans, skulu verða limir í sjúkrakassa, tá ið tey hava fylt 18 ár.
Men áðrenn ein er fyltur 18 ár, kunnu søkja um limaskap í sjúkrakassanum.