- Hetta havi eg ynskt at gera, síðani eg flutti heim í 2010. Nú verður tað endiliga til veruleika, og býráðið tekur dyggiliga undir.
Soleiðis skrivar Jensina Olsen millum annað á sínum facebook-vanga.
Og orsøkin er, at hon nú skipar fyri sangløtu fyri børn á ólavsøku, so at tað ikki longur bert eru vaksin, sum savnast um sang á ólavsøku.
Tiltakið verður m.a. lýst soleiðis:
Felagssangur fyri øll børn áðrenn setanina á ólavsøku.
Ein sterk siðvenja í Føroyum, eisini á ólavsøku, er felagsssangurin. Í nógv ár, havi eg , Jensina, droymt um, at børnini eisini sleppa upp í part hesum viðvíkur. Ólavsøkan verður sungin út av túsundavís av vaksnum, tá midnáttarsangurin ljómar um alla Havnina, og við Middagssanginum, kunnu børnini eisini fáa lut í hesari siðvenju, og nú verður tað!!
Vit fara at syngja saman tann 28 juli kl.13.00 á trappuni, og soleiðis hita væl upp til ólavsøkuna og gera okkum klár, at fara til setanina.
Fitta og flotta sangheftið, ið býráðið hevur prentað, inniheldur tíggju útvaldar sangir. Eg, Jensina, syngi fyri og vita tit hvør kemur at spæla klaver? Jamen, tað er eingin mætari enn Rasmus Vigant Samuelsen, sum fleiri børn og vaksin heilt vist kenna frá Vinus og Vimús.
Hetta verður ordiliga stuttligt og hugnaligt, og her á síðuni, verða nakrir sangir lagdir út so við og við, so børnini, um tey tíma , kunnu venja eitt sindur heima
Hugskot frá okkum:
Um tit halda, at tað er stuttligt, halda vit, at tað kundi verið sera vakurt, um børnini høvdu hondgjørd heimateknaði fløgg við? Kanska eru børn, sum koma frá øðrum øðrum londum, ella tveimum londum, ið kunnu tekna tey fløggini!
Ljóðar hetta ikki sum hugnaligasta byrjanin og upphitingin til ólavsøkuna?
Tað halda vit.
Tilyakið verður 28 juli kl.13.00 á trappuni í Vágsbotni.