Nú verða karmarnir lagdir um føroyskan yrkisfótbólt

Fótbóltur: Aðalfundurin hjá FSF skal leygardagin taka støðu til ítøkilig uppskot um sáttmálar og reglugerð fyri góðkenning av sáttmálum

Tað hevur leingi verið ein veruleiki, og eingin hevur fjalt út yvir, at tey seinnu árini hava pengarnar havt alt meiri at siga í føroyskum fótbólti. Millum annað hevur hugflogið verið stórt, tá feløgini hava roynt at knýta spælarar afturat sær. Ókeypis íbúðir, arbeiði og koyripengar hava verið millum mest vanligu samsýningarnar. Men fyri tað mesta hevur hetta verið av sovorðnum slagi, at tað hevur verið tosað millum lítið og einki um hetta, og í FSF høpi hava eingir reglar og ongar ásetingar verið galdandi.

Men nú hevur FSF sett hol í sjógvin. Á aðalfundinum leygarmorgunin skulu feløgini taka støðu til á hvørjum grundarlagi føroyskur yrkisfótbóltur skal skipast eftir í framtíðini.


Uppskotini

Tað snýr seg um tvey mál til samtyktar. Í øðrum førinum biður nevndin um heimild at gera neyðugar greiningar í sambandi við gjald til felag, sum leysgevur áhugaleikara til føroyskt ella útlendskt felag. Í sama føri biður FSF um heimild at boða feløgunum frá ásetingunum í rundskrivi.

Í hinum førinum er tað eitt uppskot um reglugerð fyri góðkenning av leikarasáttmálum, sum tað er orðað í skránni til aðalfundin. FSF hevur í hesum sambandi bæði sent feløgunum uppskot til reglugerð og uppskot til standard sáttmálar.


Reglugerðin

Fótbóltssambandið vil hava samtykt, at bindandi avtalur millum leikara og felag altíð skulu góðkennast av FSF. Ella sagt á ein annan hátt, so er ætlanin, at um sáttmálar skulu hava nakað virði, so skulu teir hava verið kring skrivarabroðið hjá FSF.

Reglugerðin leggur upp til, at ein sáttmálanevnd hjá FSF skal fáa heimild at umsita og góðkenna allar sáttmálar og øll viðurskifti í hesum sambandi. Nevndin skal mannast við FSF formanninum, einum løgfrøðingi og einum løggildugum grannskoðara.

Feløgini hava skyldu at senda sáttmálan til góðkenningar í seinasta lagið sjey dagar, eftir at hann er undirskrivaður. Um nevndin ikki góðkennur sáttmálan, skulu bæði felag og spælari fáa skrivlig boð um hetta.

Sáttmálar kunnu bara gerast av feløgum, sum hava latið FSF revideraðan roknskap fyri farna roknskaparár, sum eisini er góðkendur á ársaðalfundi í felagnum.

Eisini skal nevndin í felagnum vátta yvirfyri sáttmálanevndini, at felagið hevur fíggjarliga orku at uppfylla sínar skyldur sambært sáttmálan. Hetta ætlast gjørt við at víst verður til seinasta ársroknskap ella til eina av nevnd felagsins góðkendari fíggjarætlan fyri tíðarskeiðið, sum leikarasáttmálin er galdandi.

Um eitt felag gjøgnum ein annan løgfrøðisligan persón ella felagsskap ger leikarasáttmála við leikara, skulu viðurskiftini millum felag og henda løgfrøðisliga persón ella felagsskap góðkennast av sáttmálanevndini. Í slíkum førum skal sáttmálanevndin hava upplýsingar um fíggjarligu viðurskiftini hjá hesum løgfrøðisliga persóni ella felagsskapi, sum annars verður undirgivin allar ásetingar í reglugerðini. Ein slíkur sjálvstøðugur løgfrøðisligur persónur ella felagsskapur frítekur ikki á nakran hátt viðkomandi felag fyri skyldur sínar ímóti FSF í síni heild.


Sáttmálin

Uppskotið um sáttmála millum felag og spælara verður sambært standard sáttmálauppskotinum, sum er sent feløgunum, bara galdandi fyri eitt ár í senn.

Sáttmálabundni spælarin hevur skyldu til at taka lut í øllum venjingum og venjingarlegum, sum felagið skipar fyri, men at avtalan er ikki til hindurs fyri, at spælarin átekur sær annað arbeiði, treytað av, at spælarin annars kann lúka treytirnar í avtaluni.

Venjingartíðirnar skulu í størst møguligan mun leggjast uttanfyri vanliga arbeiðstíð, tvs. eftir klokkan 17.00. Um tað verður vant í vanligari arbeiðstíð, so skal spælarin hava rætt til endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku.


Skyldurnar hjá spælaranum

Í sáttmálauppskotinum stendur, at spælarin kann ikki uttan loyvi frá felagnum, sum hann er sáttmálabundin av, taka lut í innandura? ella uttandura fótbóltsdystum, har felagið ikki luttekur, uttan so at dystirnir eru fyriskipaðir av FSF.

Spælarin hevur skyldu at brúka klæðir og skógvar, sum felagið letur honum, bæði í dystum og undir ferðing til og frá dystum og í samskifti við fjølmiðlarnar. Hann hevur eisini skyldu at samstarva við møguligar sponsorar hjá felagnum, og felagið hevur, uttan at spælarin kann krevja gjald fyri tað, loyvi at geva sponsorum rætt at brúka navni og mynd av spælaranum í lýsingum.


Skyldurnar hjá felagnum

Felagið skal gjalda allar ferða- og uppihaldsútreiðslur, sum spælarin hevur av útidystum, venjingarlegum og dystum uttanlanda.

Felagið skal í størst møguligan mun veita spælaranum ókeypis læknahjálp og aðra neyðuga viðgerð í samband við møguligar skaðar, og spælarin hevur skyldu til at lata seg viðgera av tí, sum felagið vísur á. Felagið skal syrgja fyri, at allar tryggingar eru í lagi.


Samsýningar

Um tað ikki stríðir ímóti sponsorunum hjá felagnum, so hevur spælarin rætt til at gera persónligar lýsingaavtalur.

Upphæddirnar sum fara at verða lætnar sum løn, verða sjálvsagt ymiskar fyri ymsu spælararnar, men í sáttmálauppskotinum verður møguleikin nevndur, at umframt fasta løn, so verður eyka samsýning latin fyri úrtøkuna.


At skifta felag

Sáttmálatíðarskeiðið verður sett at halda uppat, tá eitt fótbóltsár er lokið. Í avtaluni skal standa, nær á árinum tað skal verða loyvt spælaranum at gera nýggja avtalu við annað felag. Spælarin og felagið skulu hava loyvi til at gera avtalu um, at spælarin í sáttmálatíðarskeiðnum kann skifta og gera nýggjan sáttmála við annað felag.

Felagið hevur í hesum sambandi rætt til at treyta sær, at nýggja felagið rindar gamla felagnum eina upphædd, sum í minsta lagi svarar til lønina, sum spælarin hevur fingið í sáttmálatíðarskeiðnum umframt eina upphædd, sum svarar til tær útreiðslur, sum felagið hevur havt av spælaranum í sáttmálatíðarskeiðnum til t.d. venjing og ferðing.

Skuldi tað komið fyri, at spælarin í avtalutíðarskeiðnum skiftir til útlendskt felag, so kann felagið krevja samsýning frá útlendska felagnum samsvarandi FIFA og UEFA reglum.


Ósemjur

Skuldi tað komið fyri, at ósemja stakk seg upp millum felagið og spælaran, um hvussu sáttmálin skuldi tulkast, so skal spurningurin leggjast fyri ein gerðarrætt, har hvør parturin útnevnir sín dómara, umframt at FSF útnevnir ein formann, ið skal vera løgfrøðingur.

Úrskurðurin hjá gerðarrættinum verður endaligur og bindandi fyri partarnar og kann ikki leggjast fyri dómstólarnar.