Null-hugsjónin - ikki ómøgulig at fremja í verki

Dagin fyri at føroyska ferðalagið við fullsettum flogfari, tann 25. September, fór yvir til Trollhättan í Svøríki at hyggja nærri at svensku Null hugsjónini, helt Petur Jacob Sigvardsen, starvsnevndarformaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, ein sera áhugaverdan fyrilestur. Vit fara her, og í komandi vikum, at taka brot úr hesum fyrilestri saman við myndunum ið vórðu vístar

 

FERÐSLUTRYGD

Magnus Gunnarsson



Tað var sviin Claes Tingval, sum í 1995 kom fram við Null-hugsjónini. Nógv smíltust og hildu tá fyri, at hetta var ein føgur hugsjón, men at hon tíverri var ómøgulig at fremja í verki. Men í dag hevur hugsanin um Null-hugsjónina fest røtur hjá øllum teimum, sum starvast við ferðslutrygd. Henda hugsjón stendur nú meir og meir sum tað sjálvsagda stavnhaldið, miðað eigur at verða eftir, og kjakið nú á døgum snýr seg av álvara mest um, hvussu Null-hugsjónin skal verða handfarin og framd í verki.

Trupult at fyribyrgja

Tá um ferðsluskaðar er at røða, so er tað í roynd og veru ikki sjálv vanlukkan, sum er trupulleikin, men heldur tann skaði, ið stendst av henni. Tá ið vit fatað hetta til fulnar, læra vit eisini, at tað eru loysnir at finna á hesum trupulleika. Ein sera týdningarmikil loysn í so máta ar at avmarka styrkina á teirri megi, sum kann ráma tað einstaka menniskja á ferðsluni. Tað er ógvuliga torført at siga frammanundan, nær ella hvar ein vanlukka kann verða. Tí er tað eisini so sera trupult at byrgja fyri henni.

Óteljandi atvoldir

Harafturímót er rættiliga lætt at siga framanundan, hvussu stórur skaðin verður, um og tá ið ein vanlukka rámar. Atvoldirnar til vanlukkuna kunnuvera óteljandi. Men tað eru tveir faktorar, ið gera av, hvussu stórur skaðin verður, tá vanlukkan rámar:

Í fyrsta lagi: hvussu mikil tann megin er, ið rámar menniskja, og í øðrum lagi: hvussu stóra mótstøðumegi tað menniskja so hevur, ið verður rakt av hesi megi.

Tað verður eisini so nógv lættari at handfara ferðslutrygdarspurningin, um vit fáa innlit í hesar nevndu faktorar.


Brot úr fyrilestri hjá Petur J. Sigvardsen, starvsnevndarformanni í RFF