Fyri løtu sínani kom nýggi Klaksvíkstrolarin Gadus á Klaksvík. Undir hátíðarhaldinum, sum verður á bryggjuni um eina løtu, verður hátíðarhald við røðum, Klaksvíkar Hornorksetur fer at spæla, eins og aðrar tónleikaframførslur verða.
Eftir sjálvan dópin eru øll vælkomin umborð á Gadus at síggja nýggjasta skipið í føroyska fiskiskipaflotanum.
##med2##
Skipið er serbygt til veiði í Barentshavinum, soleiðis at øll veiðan kann takast við í land, eins og Gadus er bygdur til at møta teimum avbjóðingum, sum fiskivinnan setir í dag og árini frameftir.
Beint eftir dópin letur fisk & kips-búðin hjá JFK upp, har møguleiki verður at fáa eina máltið við fyrstafloks fiski úr Bartenshavinum.
##med3##
Aftur hesaferð verða tað kendu ensku kokkarnir, sum í fleiri ár hava verið á Sjómannadegnum, sum koma at standa fyri vælsmakkandi matgerðini.
- Fish & kips-búðin letur aftur klokkan 18. klokkan. Øll eru hjartaliga vælkomin til móttøkuna fyri Gadusi, síður reiðaríið.
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##