Í dag kom nýggi Vermland hjá Sp/f Vermland til bryggju í Hvalvík.
Gamli Vermland hevði heimstað í Danmark, men eigararnir hava hesaferð valt, at nýggja skipið skal hava heimstað í Streymnesi.
- Hetta eru vit sum kommuna sera stolt av, verður sagt á heimasíðuni hjá Sunda kommunu í dag.
Í sambandi við, at skipið fyrstu ferð vitjaði í Hvalvík, vóru borgarstjórin og formaðurin í vinnu- og umhvørvisnevndini í Sunda kommunu umborð og heilsaðu uppá manning og eigarar.
Sjómanstrúboðarin vitjaði eisini umborð og fekk høvið at halda eina andakt og bað signing yvir skip og manning.
##med2##
- Vit ynskja reiðarí og manning bestu eydnu og signing við nýggja skipinum, verður lagt aftrat.
##med3##