Nýggj álop: Russar skulu ikki kenna seg tryggar

Í morgun vaknaðu íbúgvar í russiska býnum, Engels í Saratov-regiónini, upp til eina ógvusliga spreinging, sum helst hendi við eina flogstøð.

Sambært russisku Readovka og Telegram-støðini Baza var tað ein drona, sum rakti flogstøðina. Óváttað tíðindi siga, at tvey langtberadi Tu-95 bumbuflogfør av slagnum MS ella MSM Bear eru rakt.

 

Sambært russisku tíðindastovunum, Ria Novosti og Tass, sigur guvernørurin í Saratov-regónini, Rioman Busargin, at sivila undirstøðukervið í økinum er ikki rakt av spreingingini.

 

Tv2 í Noregi, sum skrivar um ógvusligu spreingingina í morgun, sigur seg ikki hava fingið váttað frá óheftum keldum, at talan er um Engels-flogstøðina, sum í morgun er rakt.

 

Fylgisveinamyndir, sum Planet Labs tók sunnudagin, vísa eina røð av bumbuflogførum av slagnum, Tu-16o Blackjack og Tu-95 á flogstøðini í ein landssynning úr Moskva.

 

Myndirnar vísa nevniliga seks Tu-160 bumbuflogfør og 20 Tu-95, sum standa á breytini við flogstøðina. Flogstøðin hevur verið brúkt til álop á Ukraina við krússararakettum. 

 

Eitt Tu-160-flogfar kann bera einar 12 krússararakettir, og eitt Tu-95 kann bera ávikavist átta og 16 krússararakettir.

 

Norski serfrøðingurin í loftverju, Lars Peder Haga, sigur við Tv2, at hann eisini hevur sæð fráboðanir um, at langtberandi Tu-95 bumbufogfør skulu vera rakt í spreingingini í morgun.

 

Hann vísir tó á, at við fleiri enn 50 Tu-95 flogførum og øðrum flogførum, sum kunnu bera krússararakettir, hevur ein møguligur missur av tveimum flogførum neyvan nakran avgerandi strategiskan týdning fyri Russland.

 

##med2##

 

- Men, hetta kann vera eitt tekin til Russland um, at russar ikki kunnu vera tryggir.

 

Lars Peder Haga, sum eisini starvast við norska Krígsskúlan, heldur, at hendingin kann gera tað neyðugt hjá Russlandi at seta størri orku av til verju av eitt nú flogstøðum og flogførum. 

 

Sambært russisku tíðindastovuni RIA Novosti skal ein tangabilur á Dyagilevo-støðini við Riazan í Russlandi eisini vera raktur, og her skulu trý fólk vera deyð og seks løstað.

 

Her ljóða boðini, at talan eisini er um fýra oyðiløgd flogfør á Dyagilevo-støðini, haðani tangaflogfør flúgva við veitingum í sambandi við strategisku álopini í Ukraina.

 

 

 

 

 

Engels er havnabýur við Volga-ánna í Russlandi, og býurin liggur í Saratov-regiónini.