Nakað undan jólum kom prát upp um rottuna, sum gjørdi stóran skaða bæði á fugl og haru í haganum og ymiskar staðir við hús, gjørdi rottan eisini skaða.
Mælt varð til at gera skipaða herferð móti rottuni fyri at halda henni niðri. Vanligt er at leggja rottugift, og verður henda giftin herd ár undan ári fyri at vissa seg um, at giftin bítir á....
Valdemar Lützen hevur gingið nýggjar leiðir við serligari rottufellu, sum ikki nýtist gift. Talan er um eitt rør, sum verður sett loddrætt, og ovast er sett veska, sum rottan luktar.
Rottan fer upp í rørið eftir roykinum og luktinum, og tá ið hon nærkast tí, ið luktar, fer ein píkur ella hókur kvikliga í skallan – so harðliga, at rottan doyr í somum løtu. Hólkurin fer útaftur og rottan dettur niður á lendið uttanfyri og nattúran tekur sær av henni.
Fellan er gjørd í Ný Sælandi og er brúkt nógv har og í Kanada eins og í norðanlondum. Mett verður, at talan er um slóðbrótandi loysn at týna rottur og mýs við, sum samstundis er náttúruvinarlig – gift verður ikki nýtt.
Fellan, sum ikki nýtir gift, er væl egnað at brúka í fjøllum, úthúsum og bergum fyri at verja fuglalív, haru og annan fenað, ið livir í okkara náttúru.
Á Ný Sælandi eru oyggjar gjørdar rottuleysar við hesi fellu, so hví skal hetta ikki eisini kunna lata seg gera í Føroyum?
Tað er teljari á felluni, so tilber at fylgja við, hvussu nógvar rottur, dripnar verða og annars síggja, um tað er nakar trupulleiki við rottu í økinum, hon verður sett.
Fellan hevur verið testað í fleiri ár, í oyggjasamfelagnum á Ný Sælandi, har man kann vísa á, at oyggjar eru slopnar av við rotturnar.
Valdemar Lützen, ið umboðar hesa fellu, veitir eisini service upp á fellunar. Fleiri kommunur í Føroyum hava longu útvegað sær felluna, sum nú verður sett upp ymsa staðir – og serliga verður roynt at seta hana upp í høgum, úthúsum, bjørgum og annars millum hús. Fellan hevur verið so væl umtókt í norðurlondum, at tær í fleiri førum hava verið útseldar, verður sagt frá.
Goodnature á Ný Sælandi, sum ger felluna, hevur við framúr úrslitum verið við til at basa trupulleikum við rottu og mýs víða um á Ný Sælandi.